Verkfall og tey veikastu í samfelagnum

Eg havi sett Magnus Rasmussen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, fyrispurning um, hvussu tað gongst at tryggja, at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av møguligum verkføllum í framtíðini og hvørja ætlanir hann hevur fyri at koma á mál hesum viðvíkjandi.

 

Landstýrismaðurin upplýsir, at síðani hann tók við sum landsstýrismaður seint í summar, hava fleiri partar vent sær til hansara um júst spurningin, hvussu vit frameftir tryggja, at samfelagsbólkar, sum kunnu roknast sum serliga veikir, ikki gerast partar í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur m.a. havt fund við MEGD um málið.

 

Í Føroyum eins og í hinum Norðurlondunum er útgangsstøðið, at lønar- og setanarviðurskifti verða regulerað í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Í okkara grannalondum eru skipanir, ofta sum avtalur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ikki eru í vanda, tá sáttmálasamráðingar eru og boðað verður frá arbeiðssteðgi. Í hesum londunum hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ásannað, at veikastu borgararnir í einum vælferðarsamfelagi ikki kunnu setast í eitt nú lívshættisligar ella óvirðiligar støður orsakað av, at arbeiðssteðgur er fráboðaður. Tíverri finnast slíkar avtalur ikki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Arbeiðssteðgir eru afturvendandi, og tí má ein varandi loysn finnast á hesum trupulleikanum, tí eitt vælferðarsamfelag kann ikki bjóða borgarum landsins at koma í slíkar støður. Sjálvur meti eg tað ikki verða rætt, at millum annað fólk, sum búgva á bústovnum, mugu út úr teirra heimum orsakað av verkføllum.

 

Tískil er at vóna, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum konstruktivt vilja taka lut í einum dialogi um hesi viðurskiftini, soleiðis at vit í felag kunnu menna eina skynsama skipan, sum varandi steðgar afturvendandi og óvirðiligu støðunum, sum raka serstovnar og sjúkrahúsverk, tá arbeiðssteðgur er. Sum framkomið vælferðarsamfelag tørvar okkum trygd fyri, at eisini tá ið arbeiðssteðgur er, heldur eitt ávíst virksemi fram, soleiðis at borgarar landsins ikki verða fyri rættarbroti ella skulu óttast fyri lívi og heilsu.

 

Arbeiðsmarknaðaravtala er besti hátturin at finna fram til eina skipan í javnvág, t.e. eina skipan, sum øðrumegin tryggjar, at veikastu borgararnir í samfelagnum ikki verða óneyðugt raktir av arbeiðssteðgi, men hinumegin eisini leggur upp fyri, at sjálvsagdi rætturin hjá verkafeløgum at røkja teirra áhugamál í sambandi við samráðingar um løn o.a. ikki verður óneyðugt skerdur. Endamálið við

 

slíkari avtalu er jú ikki at skerja rættindini hjá verkafeløgum, men at tryggja, at arbeiðssteðgurin ikki í óneyðugan mun rakar ávísar útsettar samfelagsbólkar.

 

Eg fegnist um, at landstýrismaðurin ynskir at finna eina loysn á hesum málinum, so borgarar í landinum, sum hava brúk fyri røkt, sjúkrahúsviðgerð ella líknandi ikki koma í slíka støðu, sum vit hava sæð í sambandi við fleiri arbeiðssteðgir seinastu árini.

 

Uni Rasmussen

løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin