Verkfallið: Semingsroyndin í dag er miseydnað

Partarnir hava ikki flutt seg so frægt, at tað er grundarlag fyri at fara undir samráðingar, sigur semingsmaðurin

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum heldur fram. Tað er tann stutta niðurstøðan, eftir at semingsmenninir kallaðu sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið til fundar í dag. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir eru javnan í samband við stríðandi partarnar og nú verkfall hevur verið alla hesa vikuna, mettu teir, at teir skulda kalla partarnar á fund at lodda dýpið.

Semingsmenninir tosaðu við partarnar hvør sær og Terje Sigurðsson sigur, at endamálið var at vita um teir hava flutt seg so frægt, at tað er grundarlag at fara undir veruliga samráðingar aftur

Men semingsoyndin í dag miseydnaðist. Terje Sigurðsson sigur nevniliga, at niðurstøðan er, at eingi tekin eru um, at partarnir hava flutt seg so frægt, at tað er grundarlag fyri at kalla teir saman til samráðingar fyri at fáa eina enda á verkfallið.

 – Tað var sjálvandi harmiligt, men sum støðan er nú, halda vit ikki, at tað tænir nøkrum endamálið at kanna partarnar saman aftur til samráðingar, og sostatt stendur verkfallið við, sigur hann.

Hann sigur, at sum støðan er nú, fáa semingsmenninir sostatt einki gjørt. Men teir eru javnan í sambandi við partarnar og skuldi teir fingið eina ábending um, at útlit eru fyri eini semju, eru teir altíð til reiðar. Og sum vit skrivaðu í áðni, hava sjúkrarøktarfrøðingarnir reagerað beinanvegin og hava gjørt av at herða verkfallið.