Verkfallið: Trupult at ferðast

Summi vilja vera við at tað hevur ongantíð verið so gott ferðasamband um firðirnar sum nú meðan verkfallið hjá Skipara og Navigatørfelagnum hevur verið. Men harvið er ikki sagt, at tað gongur so leikandi lætt fyri tað. Tað mátti ferðalagið, sum fór til Scilly oyggjarnar sanna

Ferðalagið, sum taldi átjan fólk, skuldi flúgva úr Føroyum sjálvan valdagin klokkan ellivu. Av hesum átjan vóru átta úr Klaksvík. Tey gjørdu av at fara úr Klaksvík mánakvøldið fyri at tryggja sær, at øll sluppu yvir á fastlandið í senn. Av tí at onki buss samband er til teir seinastu túrarnar yvir um Leirvíksfjørð, so noyddust tey at fara úr Klaksvík longu klokkan sjey. Og tá tey komu til Havnar, komu boð frá Róðrarsambandinum, at tey høvdu frætt, at Vágoyggin fór at verða blokerað dagin eftir.
So ferðalagið fór úr Havnini til Vestmanna við bussi klokkan hálvgum seks týsmorgunin. Tá helt onkur fyri, hvussu gott tað var, at klaksvíkingarnir vóru farnir kvøldið fyri. Úr Vestmanna var farið við báti yvir um til Oyrargjógv og tað gekk upp á stás. Men nú var ferðalagið í Vágunum longu klokkan gott sjey og flúgvarin hjá Atlantsflog fór ikki fyrr enn klokkan ellivu. Men gott fólk var tíðliga á fótum í Sandavági henda morgunin, so tey átjan fingu ein góðan morgunmat í SÍF húsinum, sum RSF bjóðaði.
Um hálvgum tíggju tíðina fór ferðalagið so víðari til Flogvøllin, og har frá gekk leiðin so til Kastrup og ein sera drúgvur túrur vestur í Vágarnar var komin at enda.
Ferðalagið var burtur í eina viku, og tá tey komu aftur gekk ferðin betur úr aftur Vágoynni. Men tey, sum skuldu yvir um Leirvíksfjørð, fingu enn einaferð fylgjurnar av verkfallinum at føla, tá tey komu til Leirvíkar. Tí bussurin steðgaði við Statoil støðina, og bussførarin segði, at boð vóru komin úr Havnini, at bussarnir ikki skuldu koyra inn í bygdina til fiskarí havnina undir Tavuni, har Alfa Pilot leggur at.
Sum vera man kom øgi í onkran, men bussførarin segði, at ferðalagið ikki skuldi skelda hann, men heldur Regin Vágadal, tí tað var hann, sum hevði givið boðini.
Ferðafólkið fór so suffandi úr bussinum og dragsandi til gongu við tí nógva og tunga viðførinum. Tá tók onkur til, at fyri tað, um Regin Vágadal megnar at bera fleiri bingjur, so er harvið ikki sagt, at øll klára tað.
Regin Vágadal, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at orsøkin til at bussarnir ikki skulu koyra inn í Leirvíksbygd er fyri tað fyrsta, at tað er kommunalt øki, og har hava bussar hjá Bygdaleiðum onki at gera.
- Onkrir bussførarar siga seg eisini ikki klára at halda ferðaætlanina, sum frammanundan er sera knøpp, sigur hann.
- Tí hava vit valt at hava eina greiða linju til hetta og siga, at bussarnir koyra oman til ferjuleguna í Leirvík og ikki inn í bygdina, sigur Regin Vágadal.