Verri útlit í handilsvinnuni

Gongdin í handilsvinnuni hevur verið góð, men útlitini eru verri

 

Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum til kanningina seinast. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu, skrivar Hagstovan.

Av tí at húsarhaldini tykjast meiri afturhaldin og møguliga bíða við størri keypum vegna stóra prísvøksturin seinasta árið, eru væntanirnar til søluna komandi árið falnar. Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið verða betri enn til undanfarnu tríggjar kanningarnar.

##med2##

Størri treysti í byggivinnuni

Nýggjasta kanningin vísir,  at ávísin fyri byggivinnuna veksur úr 12 í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop. Spurdu fyritøkurnar meta gongdina hava verið góða seinasta árið.

Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 15 mánaðirnar, ið er hægri enn í sjey teimum seinastu kanningunum undan hesari. Somuleiðis eru bíleggingar í løtuni eisini fleiri. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

##med3##

Tilfeingis- og tænastuvinnur minni bjartskygdar

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 24 til 8. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari, og bíleggingarnar eru færri. Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu tveimum kanningunum undan hesari.

Hóast 2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum, og ferðafólkini vóru munandi fleiri í tali í 2022 enn undir koronufarsóttini, so meta fyritøkurnar eftirspurningin ikki verða eins stóran sum til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør.

 

##med4##

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Stutt um treystitalið

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%

•    Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%

•    Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%

•    Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%

•    Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

 

Vís fleiri grafar