- Tað er avgjørt vandi fyri, at ósemjan millum Norðurkorea og USA kann enda í einari veruligari kreppu. Sjálvur dugi eg ikki at síggja, at kríggj er neyðugt, og harafturat er tað trupult at ímynda sær eitt kríggj, um hugsað verður um avleiðingarnar, men kortini er veruliga vandi fyri tí, sigur ST-sendimaðurin í Norðurkorea, Maurice Strong.
Sjálvur heldur hann ikki, at amerikanarar hava hug at leypa á Norðurkorea, og hann hevur heldur ikki fingið ta uppfatan, at norðurkoreanar vilja hava kríggj. Men hinvegin heldur hann vanda vera fyri, at álitið millum tey bæði londini verður so lítið, at tað kann elva til kríggj.
Kreppan millum USA og Norðurkorea versnaði munandi, tá norður-kore-ansku myndugleikarnir koyrdu umboðini hjá al-tjóða kjarnorkustovninum IAEA av landinum og lótu eitt kjarnorkuverk uppaftur, eftir at stjórnin í Pyongyang hevði viðgingið, at landið hevði roynt at fáa sær kjarnorkuvápn.
Norðurkoreanar bera ótta fyri, at amerikanarar fara at leggja á landið, tá teir eru lidnir í Irak. ST-trygdarráð-ið fer at viðgera Norður-korea tann 9. apríl, og Marurice Strong sigur, at tað kann koma upp á tal at seta tiltøk í verk ímóti landinum. Norðurkorea hevur sagt, at møgulig tiltøk verða mett sum ein krígsavbjóðing.
Maurice Strong heldur tó ikki, at talan verður um nøkur tiltøk enn, tí hann væntar ikki, at londini í trygdarráðnum kunnu semjast um tað.