Fríggjadagin var almenn móttøka á Vest Pack í Vestmanna í samband við, at virkið hevur fingið ISO 9002 góðkenning.
Á Vest Pack hava tey leingi arbeitt við at góðskutryggja vørurnar og nú hava tey fingið ISO 9002 góðkenning til bæði sølu og framleiðslu av pakkitilfari.
P/F Vest Pack varð stovnað í 1994 og tók tá yvir virksemið hjá P/F Tór Plast, sum byrjaði Plastframleiðslu í 1977.
Áki Olsen sigur, at krøv verða sett til t.d. flakavirki, sum Vest Pack framleiðir til, men ikki er heilt greitt, hvørji krøvini eru til tierra, sum lata til flakavirkini eru. Tí vil Vest Pack her vera eitt stig frammanfyri.
- Vit leggja fastar mannagongdir við hesi altjóða góðkenningini. Vit stýra sølu og keypi og øllum virksemi á virkinum. Eisini er ábyrgdin staðfest og býtt út á ymsu starvsfólkini, sigur Áki Olsen.
Sostatt kann virkið nú í størri mun fylgja framleiðsluni og harvið náa best best møguligu úrslitini, bæði fíggjarliga, innan góðsku og viðskiftanøgdsemi.
- Vit eru eitt framleiðsluvirki og sjálvsagt hendir ymiskt, sum ikki skal henda. Men hetta verður tikið upp, so trupulleikin verður loystur. Soleiðis fara útreiðslurnar eisini niður, tá slíkt ikki hendir aftur ella ein veit, hvat er galið, sigur Áki Olsen, men dylir ikki, at samstundis er nakað av reklamu í góðkenningini.
Árlig kanning
Tað er Norsk Veritas, sum kannar viðurskiftini í samband við ISO 9002 góðkenningina. Fyrst letur virkið inn skrivligt tilfar og síðani koma umboð frá Veritas at hyggja, um alt er sum tað skal. Hetta er altjóða góðkenning og Veritas kemur á árliga vitjan at vita, um góðkenningin verður hildin viðlíka.
- Tað hevur týdning, at bæði leiðsla og starvsfólk eru við uppá at hetta, og tað hava tey verið hjá okkum, sigur Áki Olsen.
ISO 9002 góðkenningin er galdandi í 3 ár fyri fyrst