Manshondbóltur
Tað var ikki væntandi, at stórvegis spenningur skuldi vera um útfallið, tá VÍF mikukvøldið tók ímóti Tjaldri. Meistaranir tey bæði seinastu árini, eru sum vant partur av gullstriðnum, meðan Tjaldur hinvegin aftur hesa ferð er fast í botninum. Og við kravinum um seks stig í trimum teimum seinastu dystunum, mundi eingin í Vestmanna óttast, at leikararnir fóru at taka sær av løttum hesa ferð.
Dragisa og hinir
Tað var tó leingi so, at Tjaldur sendi pulsin hjá áskoðarunum upp ímóti teimum 200. Ella skuldu vit kanska sagt, at tað var Dragisa Stojovic, sum átti heiðurin av hesum.
Jugoslaviski stórskjúttin hjá Tjaldri hevði nevnliga ein av sínum heilt góðu døgum. Verjan hjá VÍF hevði sera ilt við at fáa fatur á honum, og tá álopsspælið hjá heimaliðnum so heldur ikki gekk nakað serligt, gekk meira enn striltið at toga seg leysan.
Eitt skifti í fyrra hálvlieki hevði kanska hug at dragna, men Tjaldur svaraði aftur. Teri løgdu seg framum innan steðgin, og tað vóru eisini teir, sum byrjaðu seinna hálvleik betri.
Men so kom VÍF loksins á slóðina. Fyrst og fremst valdu teir at taka Dragisa Stojovic úr spælinum við mansverju, og spakuliga koyrdu teir so alt meira á. Venjingarstøðan hjá gestunum var ikki á sama støði, sum hjá meistarunum, og í longdini orkaðu teir heldur ikki at svara aftur, og seinastu tíggju minuttirnar ella so mundi allur ivi vera burturbeindur.
Hava alt í egnum hondum
Soleiðis fingu vestmenningarnir sær enn ein sigur, og enn kunnu teir framvegis gera av, hvussu endastøðan verður. Ta einasta, sum teimum nýtist at gera, er at vinna teir báðar seinastu dystirnar. Fyrst móti Neistanum í Havn, og so í Vestmanna móti StÍf í tí, sum líkist einum sonnum gulldysti.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 30-25 (13-14)
Málskjúttar:
VÍF: Daniel Rápa 7, Ingi Olsen 7(3), Áki Olsen 5(1), Agnar Joensen 4, Ólavur Brimnes 3, John Zachariasen 2, Petur Frank Joensen 2
Tjaldur: Dragisa Stojovic 13(3), Ken Bærendsen 4(2), Tórður Thomsen 4, Uni Højgaard 3, Justinus Hansen 1
Brotskøst: VÍF 4, Tjaldur 7
Útvísingar: VÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.