Vestmenningar vunnu á kollfirðingum

FTZ-deildin: VÍF var við yvirlutan í høllini í Kollafirði í kvøld

Ein dystur varð spældur í FTZ-deildini í kvøld. Dysturin var í høllini í Kollafirði, har feløgini, ið dáma rættiliga væl at kappast ímóti hvørjum øðrum, KÍF og VÍF, hittust til dyst í Kollafirði.

 

Í byrjanini av dystinum fylgdust liðini á máltalvuni, men eftir 20 minuttir byrjaði VÍF at renna undan, tá ið vestmenningar komu á odda 12-8. Kollfirðingar megnaðu veruliga ikki at svara aftur í fyrra hálvleiki, og endin var, at liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-12 til VÍF.

 

Í seinna hálvleiki megnaði VÍF at varðveita leiðsluna - heilt spennandi bleiv tað ongantíð. Eitt skifti var VÍF á odda við heili seks málum, 23-17, men nakað skrædl bleiv tað ongantíð til, tí KÍF megnaði at minka um munin. Stríðið hjá KÍF rakk tó ikki til nakað stig, tí at VÍF var betra liðið og vann at enda 28-25.

 

Úrslitið merkir, at KÍF verður verandi á fjórða plássi við 10 stigum, meðan VÍF somuleiðis varðveitir sítt pláss, sum er næstfremsta plássið. Vestmenningar hava nú 14 stig og bert eitt stig upp til oddaliðið í deildini, H71.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini er hendan:

 

1. H71 15 stig

2. VÍF 14 stig

3. Kyndil 12 stig

4. KÍF 10 stig

5. StÍF 8 stig

6. Neistin 8 stig

7. Team Klaksvík 1 stig

 

KÍF og Neistin hava spælt 9 dystir. Øll hini liðini hava spælt 10 dystir.

 

Málskjúttarnir í Kollafirði vóru hesir:

 

KÍF-VÍF 25-28 (12-15)

 

KÍF: Rúni Joensen 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Andrias Nielsen 4, Fríði Weyhe 3, Frederik Sørensen 2 og Teitur Joensen 1.

 

VÍF: Filip Jojic 10, Hanus Christophersen 6, Rúni Joensen 3, Jugoslav Djumic 3, Julian Olsen 3, Bjarti Hansen 2 og Sjúrður Olsen 1.