Partrolararnir Vestmenningur og Fram komu á Vestmanna tíðliga í morgun, teir hava havt góðan fiskiskap. Teir landa báðir í Vestmanna, tilsamans hava teir góð 200 tons, teir byrjaðu túr 28. novembur og hava roynt eystanfyri, meginparturin av veiðuni er upsi.
Væntandi fara teir nýggjan túr í kvøld.
Skálafossur landar eisini í Vestmanna í dag, teir hava 8000 pund, Skálafossur hevur roynt á Skeivabanka.