Veteranar leita eftir rækjum

Fimm av yvirmonnunum á Polar Amaroq eru føroyingar, og teir flestu hava verið leingi í Grønlandi

Rækjuveiða
Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sosialurin Nuuk: Í næst0seinastu viku kom Polar Amaroq á Nuuk við hálvum skipi av rækjum. Teir brutu túrin av, tí góðskan av rækjunum var so vánalig í løtuni. Teir fiska beint uttan fyri Nuuk, so tað er bara ein løta at sigla inn. Menninir síggja troyttir út, teir hava fiskað í Vesturgrønlandi seinastu vikurnar og nú fara teir at gera eina roynd í Eysturgrønlandi, hóast hetta er slett ikki vanlig tíð at fiska rækjur har. Fimm av yvirmonnunum á Polar Amaroq eru føroyingar, og teir flestu hava verið leingi í Grønlandi.
? Rækjurnar eru bleytar nú, tær eru smáa eisini og skifta skel, og tí hevur reiðaríið sent okkum til Eysturgrønlands sum eina roynd at vita, um vit ikki fáa betri slag har, sigur Sakaris Bech, skipari í Havn. Eisini hann verður plágaður av sterka ljósinum um summarið í Grønlandi og hann sitir í sólbrillum og prátar. Forrestin, sólbrillur, tað er ein vani, fer tú fyrst at ganga við teimum, so gongur tú altíð við teimum. Eg kenni onkrar, sum gloyma at taka tær av um kvøldið, fortelir ein annar mær, tá vit tosa um sólbrillur.
? Vit hava frætt frá góðum rækjum í Eysturgrønlandi, so nú skal tað standa sína roynd, vit fara avstað so skjótt sum vit eru lidnir at landa, og tað tekur fýra dagar at sigla, sigur Sakaris Bech.
Djúp rækjukreppa
? Tað stendur einki til í rækjuvinnuni. Tað er tætt við, at tað loysir seg ikki at royna, hóast nógv er til. Vit fáa í meðal eini 11 krónur fyri kiloið fyri rárækjur, onkuntíð minni. Fyri kókaðar rækjur fáa vit kanska 14 krónur fyri kiloið, í áttatiárunum var prísurin langt uppi í tjúgunum, heilt upp til 28 krónur fyri kiloið, so her er stórur munur, sigur Sakaris Bech.
? Grønlendsku politikkararnir hava sagt, at vit skulu fiska okkum burtur úr kreppuni. Tað vísir seg at nú koma eftirvirkningarnir av hesum politikki við metlágum prísum. Tað kann vera, at skipini í ár hava sama umsetning sum í fjør, men tað verður bara fiskað so nógv meira, og talan er um eina ónda ringrás, tí fleiri rækjur koma á marknaðin, meira fellir prísurin, sigur Sakaris Bech.
Veteranur
Sakaris Bech úr Havn hevur siglt í 27 ár í Grønlandi, hann byrjaði á dekkinum vid Hvítanes og er nú skipari. Vit sita í skiparakamarinum og práta, allir fimm føroyingarnir saman og síðan eg. Skipavitjanin byrjaði hjá maskinstjóranum Marner Egholm úr Vestmanna, og nú eru allir samlaðir inni hjá skiparanum. Um eina løtu skulu vit út at taka eina mynd av manningini.
? Eg kundi gott onkuntíð hugsað mær at skift til annað starv heima. Men tað er nokk ikki so lætt at finna eitt starv í mínum aldri, og eg dugi ikki við tímaløn. Tó havi eg betri hug at vera heima nú, enn tá eg var yngri.
Og tað er ikki bara Sakaris, sum er veteranur í Grønlandi, teir flestu eg havi hitt hesa vikuna, eg havi verið í Nuuk, eiga fleiri ár á baki í Grønlandi.
Framman fyri mær situr stýrimaðurin Óli Horn úr Havn. Hann kom fyrstu ferð til Grønlands við Hvítanes í 1977 og hann hevur ikki gjørt annað enn at troyta grønlendsku grunnarnar. Og so eru eisini tríggir vestmenningar inni í skiparakamarinum og teir eru allir partur av yvirmonnunum umborð á Polar Amaroq hjá Polar Seafood. Amaroq merkir á grønlendskum revur ella úlvur. Teir eru ikki heilt vísir, men okkurt sovorit.
Marner Egholm, maskinstjórin hevur sigt í samfull 12 ár í Grønlandi, hann kann tosa við um grønlendsk viðurskiftir, men tað verður lítið hár eftir á høvdinum, tá hann hevur verið so leingi sum skiparin.
Eisini Pauli Zachariassen, sum er 1. meistari við hevur verið nógv ár í Grønlandi, hann kom yvir í 1993 og hevur sostatt verið 10 ár í grønlendskari tænastu.
Tann einasti, sum slett ikki kann tosa við um fiskiskap undir Grønlandi er 2. meistarin, Eivind Olsen úr Vestmanna. Hann hevur bara verið tríggjar mánaðar tilsamans í Grønlandi og tað fær hann fleiri ferðir at vita frá hinum erfarnu, meðan vit práta.
Men umborð í skipi er ringt at halda nakað met leingi, tí onkur skal altíð vera best, og meðan vit práta so kemur ein í tankar um, at Anfinn Ryggstein, var heili 50 ár í Grønlandi og tá eitt slíkt tal kemur á borðið og tað kom ikki frá skiparanum, so líkasum fána hini frammanfyri nevndu áramál burtur, og sjálvt 2. meistarin fær uppreisn, takkað verið Anfinni
Tveir mánaðar burtur
Teir fimm føroyingarnir eru væl nøgdir við skipanina at vera tveir mánaðar burtur og tveir mánaðar heima.
? Tó er tað rættuliga stríggið, vit eru til arbeiðis frá tí vit fara og til vit koma heim aftur. Vit ganga seks og seks, og eg sovi tvær reisur um dagin. Fimm tímar um náttina og tveir seinnapart. Eg kundi ikki hugsað mær at verið ein mánað heima og ein burtur. Tað er eisini strævið, tí tú brúkar nakrar dagar at fella til í báðum støðum, sigur Sakaris Bech
? Eg haldi hetta er ein fín skipan og eg veit bæði frá mær sjálvum og hinum, sum eru við, at vit blíva súrir, um tíðin blívur longri enn tveir mánaðar. Eg kann í hvussu er siga fyri meg, at eg seti størri krøv til arbeiðið nú, enn tá eg var yngri. Fyrst eg fór til Grønlands, so spurdi eg ikki eingang um løn, eg skuldi bara avstað, tí eg havi ongantíð interesserað meg fyri nøkrum øðrum enn at vera á sjónum. Átti eg so fyri eina motorsúkklu, tá eg kom heimaftur, so var eg nøgdur. Í dag skal eg hava at vita akkurát hvordan og hvorledes, ella hevði eg slett ikki farið, sigur Sakaris Bech.
email: justinuseidesgaard@hotmail.com