Grein úr Sosialinum 10. apríl 2003 í sambandi við, at Norrøna er 20 ár:
Norrøna í Stóra Belti: Tað er ein ikki sørt stoltur reiðari, sum er við nýggju Norrønu á veg heim til Føroya.
Óli Hammer kann av røttum kallast veteranurin í føroyskari ferðafólkasigling: Hann var við sum fyrsti stýrimaður, tá Smyril kom til Føroya á fyrsta sinni í 1975. Teir høvdu tá danskan skipara, Mecklenburg, við í keypinum, sum fyrsta mánaðin skuldi læra manningina at handfara nýggja, stóra og stásiliga farið, sum Smyril tá var eftir føroyskum mátistokki.
Óli Hammer gjørdist síðani skipari á Smyrli saman við Alfred Jacobsen.
Hann var eisini við, tá Strandferðslan keypti systurskipið hjá Smyrli, sum fekk navnið Teistin. Hetta var í 1979, eftir at mikil orðadráttur hevur verið millum føroyskar politikarar um at keypa donsku ferjuna Lasse II til uttanlandssiglingina.
Teistin gjørdist eitt neyðsemjuuppskot, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin á aðrari síðuni og Fólkaflokkurin á hinari síðuni kundu liva við. Hesir flokkar mannaðu landsstýrið, sum tá sat, og teir vóru rættuliga ójavnir á máli um, hvørt tað almenna skuldi vera við í uttanlandssigling. Men politiska orrustan um uttanlandssiglingina hjá Strandferðsluni steðgaði ikki fyri tað, um landsstýrið gjørdi av at keypa Teistan. Á heysti í 1980 slitnaði landsstýrissamgongan orsakað av uttanlandssiglingini.
Í 1981 tók landsstýrið hjá Paula Ellefsen við, og nú var ikki longur politiskur vilji til, at landið skuldi reka uttanlandssiglingina.
##med2##
Á heysti 1982 varð greitt, at siglingin vil Smyrli ikki fór at halda fram. Tí tóku Óli Hammer, Jógvan í Dávastovu og Andreas Joensen stig til at stovna partafelagið Smyril Line – hetta var í november.
– Vit hoyrdu tá, at íslendingar eisini ætlaðu sær undir sigling millum Ísland, Ongland og meginlandið, og førdi hetta so eisini til, at vit skundaðu okkum enn meira, sigur Óli Hammer.
Tað vóru íslendsku reiðaríini, Eimskip og Havskip, sum stovnaðu hetta felagið, og tey leigaðu eitt polskt skip, sum fekk navnið Edda. Hetta skipið sigldi millum Reykjavík, Newcastle og Bremerhaven. Men hendan verkætlanin riggaði ikki so væl, so hendan sigling steðgaði aftur sama árið, og annað reiðaríið, Havskip, fór av knóranum av tí sama.
##med5##
Partapeningurin í Smyril Line var 12 milliónir krónur, tá felagið varð stovnað. Umframt stovnararnar – og landsstýrið, sum setti 20% av partapeningi í – settu túsundtals føroyinar pengar í felagið.
Tað var kortini ikki púra greitt nú, hvat skip felagið skuldi útvegað sær til siglingina.
– Vit høvdu sjálvandi fleiri skip í kikaranum, teirra millum Gustav Vasa, sum bleiv til Norrønu, sigur Óli Hammer.
Hann sigur, at teir gjørdu avtalu við landsstýrið um, at nýggja felagið skuldi taka yvir alt tað, sum varð bygt upp við Strandferðsluni, og hetta varð gjørt uttan kostnað.
Tá Norrøna varð keypt og sett í stand, stóð hon Smyril Line í 140 mió krónum.
##med3##
– Hetta var sjálvandi nógvur peningur, men hetta var eisini eitt stórt framstig í mun til Smyril, sigur Óli Hammer.
Byrjanin var tung. Ringar tíðir vóru í Føroyum fyrst í áttatiárunum, og rentan var sera høg, og oljuprísurin var eisini høgur. Óli Hammer vísir á, at lítil munur er á rentubyruni, felagið tá hevði, og teirri rentubyrðu, felagið nú hevur.
– Tá var rentan 15% av 140 mió krónur. Í dag er rentan 4,5% av 520 mió krónur, og tá hava vit fastfryst rentuna í fleiri ár framyvir. Eisini er fyrsta árið hjá okkum avdráttarfrítt, sigur Óli Hammer.
Eins og nú vóru pengarnir læntir úr Hollandi og Týsklandi, og er tað bankin KFW í Frankfurt, sum aftur hesaferð hevur samskipað lánini.
Óli Hammer hevur góðar vónir um, at skipið skal fara at bera seg.
– Tað nyttar einki at vera bangin. Onkur má vera ørur, annars henda eingi framstig, sigur Óli Hammer.
Hann sigur, at tað sama var, tá Smyril á sinni var keyptur. Atli Dam, løgmaður, Finnbogi Ísakson, landsstýrismaður og Thomas Arabo, stjóri á Strandferðsluni vóru hugsjónarmenn, heldur Óli Hammer. Teir vildu veruliga nakað við hesum og sóu perspektiv í hesum sambandi, sum seinni hevur víst seg at bera sera góða frukt.
Óli Hammer heldur, at neyðugt var við framburði, tá Norrøna varð keypt í 1983.
– Hendi einki, og uttanlandssiglingin hjá Strandferðsluni helt uppat, so er ikki gott at vita, hvussu endin hevði verið.
Hóast stigið er sera stórt fyrst frá Smyrli, síðani gomlu Norrønu og so til hesa stásiligu nýggju Norrønu, so merkist tað ikki so ógvusligt, sum tað er, tí talan er um eina javna gongd, sigur Óli Hammer.
Hann vísir eisini á at Smyril í sínari tíð var ein kompromisloysn, tí landsstýrið mátti útvega nýtt skip til suðuroyarsiglingina.
##med6##
DFDS hevði bara repað seglini, og íslendingar vóru givnir við ferðafólkarutuni, teir høvdu havt millum Danmark, Føroyar og Ísland. Biløldin hevðí tikið seg upp, og tí var neyðugt við størri, og við Smyrli kundu tvær flugur fáast við eitt smekk: Landsstýrið slapp at keypa eitt størt skip, sum bæði kundi røkja suðuroyarsigling og uttanlandssigling um summarið.
– Vit hava nú tryggjað okkum rættuliga væl, so vit ikki koma í ta støðu aftur, at vit ikki hava pláss fyri bilunum, sigur Óli Hammer.
Hann vísir á, at við gomlu Norrønu var tað mangan so, at skipið sigldi til Íslands við 500 ferðafólkum og fullum bildekki.
– Ta støðuna mugu vit ikki koma aftur í, sigur Óli Hammer.
– Vit hava nú ovmikið at plássi á bildekkinum, bæði til bilar og til farm. Um farmurin fer at órógva bilaflutningin, so mugu vit taka støðu til, um vit skulu loysa farmaspurningin á annan hátt, eitt nú við at leiga farmaskip til siglingina, sigur Óli Hammer, sum leggur afturat, at nevndin á nevndarfundi umborð í dag fer at gera av, um leigumálið um Clare skal halda fram hetta summarið.
Norrøna er bæði farmaskip og eitt luksusferðamannaskip. Ella sum Óli Hammer sigur, at talan er um ein skrokk, sum bæði er lastaskip og eitt hotell.
##med4##
– Skipið er fult út gjørt til okkara endamál. Tað lýkur øll hugsandi trygdarkrøv. Uppihaldsrúmini eru gjørd miðskips og aftaliga í skipinum, og tað er jú har, sum minst merkist til veður, sigur Óli Hammer. Hann sigur, at sera stórur dentur er lagdur á, at skipið er friðarligt, og at ristingar ikki skulu merkjast.
Norrøna væntast á Havnini í dag kl 15. Almenningurin sleppur tó ikki umborð at síggja skipið fyrr enn seinni, tí skipið skal avstaðaftur í kvøld – fullsett á páskatúri til Danmarkar.
Grein úr Sosialinum 10. apríl í 2003