Guernsey: Næsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti var á skránni mánakvøldið, tá Isle of Wight stóðu fyri skotum.
Tað var lítið at ivast í, at Føroyar vóru risa favorittar at vinna dystin, og tó at venjarin hevði nýtt høvið at gera fleiri útskiftingar á liðnum, so høvdu okkara lítlar og ongar trupulleikar av at vinna ein sannførandi sigur.
Fyrri hálvleikur var kanska dekan ov trilvandi, og til tíðir var spælið rættiliga óskipað í royndunum at fáa so nógv mál sum gjørligt, men hóast hetta, so var alla tíðina talan um eitt støðugt trýst omaneftir.
Hesum megnaðu tær av Wight als ikki at standa ímóti, og tó at tað gekst heldur striltið, eftir Halltóra eftir góðum minutti hevði langað bóltin inn, so var ongan tíð vandi á ferð hinvegin.
Helst Gotland
Føroyska liðið hevur nú bert ein dyst eftir í bólkaspælinum, áðrenn farið verður til hálvfinalurnar. Í seinasta dystinum skulu Føroyar hitta Jersey, sum somuleiðis hevur seks stig fyri tveir dystir, men sigrarnir hjá teimum hava als ikki verið eins sannførandi sum okkara, og her á staðnum ivast fáur í, at Føroyar eisini fara at fáa fult fyri tann dystin.
Í hálvfinaluni verður mótstøðan av antin Gotlandi ella Guernsey. Hesi bæði liðini hava vunnið tveir dystir hvør, men skal metast eftir úrslitunum, so verður tað helst Gotland. Tær hava á sama hátt sum Føroyar vunnið nakrar sera sannførandi sigrar, meðan Guernsey meira at kalla hevur strítt seg til sigrarnar.
Og spurningurin er so, hvat Gotland hevur at bjóða. Fyri tveimum árum síðani gjørdist talan um sannan gysara í finaluni, tá mótstøðan var av Álandi, og er Gotlan á leið á sama støði sum hesar, so verður talan um eina sera trupla uppgávu hjá føroyska liðnum. Men fyrst skal plássið í finaluni vinnast, og tað gerst best við tveimum sigrum afturat.
Dysturin í tølum
Isle of Wight-Føroyar 0-11 (0-4)
0-1: Halltóra Joensen
0-2: Eyðvør úr Dímun
0-3: Rannvá Andreasen
0-4: Halltóra Joensen
0-5: Sólva Joensen
0-6: Halltóra Joensen
0-7: Malena Josephsen
0-8: Halltóra Joensen
0-9: Eyðvør úr Dímun
0-10: Eyðvør úr Dímun
0-11: Heidi Heinesen
Føroyar: Randi Wardum ? Kristina D. Simonsen, Bára Skaale, Silja á Borg, Annelisa Justesen ? Sólvá Joensen, Eyðvør úr Dímun, Rannvá Andreasen, Eyðfríð Kristiansen ? Ása Dam á Neystabø, Halltóra Joensen