Matematiskt rættvísi: Hvør veljari skal við sínari atkvøðu hava somu ávirkan sum grannin á, hvør ið kemur á ting. Sum er, fara nógvar atkvøður “til spillis”, tí flokkurin einki umboð fær. Men matematiskt rættvísi ber illa til at sameina við aðrar hugsanir um rættvísa valskipan.
Rættvísa økisumboðan: Øll øki í landinum eiga at vera umboðaði, og tað er best, um tað eru fleiri umboð fyri hvørt øki, so at ikki bara ein skal tosa teirra sak. Hin vegin má talið á økisumboðum regulerast í mun til gongdina í búsetingarmynstrinum í landinum, so at tað ikki skulu munandi fleiri atkvøður til at fáa eitt umboð í einum øki enn í øðrum økjum.
Rættvíst býti millum flokkarnar: Tað eigur at vera samsvar millum atkvøðuúrslitið og tingmannabýtið millum flokkarnar. Fyri at fáa eina rættvísa uppgerð, hava mong lond valt at brúka tær einføldu skipanirnar d’Hondt ella St.Lague, sum eru frá tíðini áðrenn teldutøkni. Í dag eru eisini aðrar skipanir at velja í, sí t.d. uppskotið frá Peturi Zachariassen. – Býtið millum umdømisvald og eykalimir er eisini ein máti at gera flokksumboðanina meira rættsvísa.
Rættvíst kynsbýti: Undirumboðanin av kvinnum skuldast m.a. at veljararnir geva kendum og royndum politikarum sína atkvøðu, og flestu politikarar, sum sita á tingi (ella í bý- ella bygdaráðum), eru menn. Um fleiri kvinnur skulu verða valdar, er ikki nóg mikið, at flokkarnir seta kvinnur á listan. Flokkarnir mugu eisini siga greitt frá, at teir mæla fólki til at velja hesar kvinnur. – Ein máti at fáa javna umboðan av kvinnum og monnum er at fara aftur at stilla upp í nummarrøð. Tá hevði flokkurin kunna ávirka, hvørji ið vórðu fyrst vald, ein kvinna ella ein maður.
Rættvíst valstríð: Allir samfelagsbólkar (stættir) í samfelagnum eiga at hava sama rætt til umboðan. Formelt eru eingin krøv longur til, at tey sum luttaka í politikki, skulu hava ogn ella góða inntøku. Reelt er tað vorðið ein trupulleiki, og ein vaksandi trupulleiki, í Føroyum, at tey, sum verða vald, sjálvi mugu fíggja valstríðið. Hetta kann føra til a) at tey múgvandi hava fyrimunir og verða betri umboðaði og/ella b) at tey, sum stilla upp, kunnu verða freistaði til at taka móti muturi, við tað at tey fáa peningahjálp til valstríðið móti at gera gevaranum ein beina, tá politiskar avgerðir skulu takast. Eg veit einki um korruptión í Føroyum, men síggi, at verandi skipan gevur gróður fyri tí. Eftir mínari meting er hetta størsta vandamál fyri føroyska fólkaræðnum.
Ymisk tiltøk kunnu setast í verk fyri at forða fyri, at privatar peningaíløgur ikki skulu vera vegurin til politiskt vald. Summi tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin, onnur taka longri tíð, tí at vallógin má broytast og/ella nýggjar lógir/reglugerðir mugu setast í verk.
Krøv til rokniskap um hvussu valstríðið er fíggjað, og almannakunngerðing á alnótini av hesum rokniskapi kann kanska minka um vandan (sí t.d. finsku skipanina). Í hvussu er hevði hetta kunna broytt hugburðin til at taka móti peningahjálp frá privatum.
Flokkarnir kunnu taka størri stýring á valuppstilling og valstríðið. Um flokkarnir t.d. fóru aftur til uppstilling í nummarrøð, hevði stríðið innanhýsis í flokkinum verið liðugt, tá listin var liðugur. Flokkurin kundi agitera fyri sínum bestu fólkum, um tað so eru kvinnur ella menn, múgvandi ella láglønt. Um valdømini eru stór ella kanska bara eitt, ber til hjá flokkinum at syrgja fyri, at umboð fyri alt landið koma á ting.
Og so tað, ið eigur at gerast beinanvegin: Kostnaðurin fyri at føra valstríð má niður. Bløðini mugu gevast við at krevja pening fyri blaðgreinir undir valstríðnum!