Viðmerkingar til ábreiðslu frá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni

? um Hjálpartólamiðstøðina í Krosskasti í SVF tann 20.01.1999

Vit vita ikki, hvat ítøkiliga lá í orðum Kristians um, at tað viðvíkjandi hjálpartólatænastuni ikki ?er ein spurningur um pengar, men um at fáa skipanina at arbeiða betur?. Men vit ivast ikki í, at tað eru fleiri sum seta eina illa arbeiðandi skipan í samband við ódugnaskap hjá teim, ið manna hana. Tí hesar viðmerkingar.

Vit skulu vera tey fyrstu til at viðurkenna, at hjálpartólatænastan ikki er nóg góð. Og næst eftir brúkaran eru starvsfólkini á Hjálpartólamiðstøðini (HTM) tey, sum best merkja sviðan og mest eru hørm um, at støðan er sum hon er.

Mong eru tey, ið hava gjørt vart við ónøgd sína uttan úrslit. Nevnast kunnu MBF, foreldrabólkar at brekaðum børnum, heimarøkt, eldrafeløg og heilsu- og skúlaverk, umframt einstaklingar, ið hava bíða órímiliga leingi eftir at mál teirra verður viðgjørt. Arbeiðsbólkar hava kannað viðurskiftini, og álit og upprit eru skrivað. Nevnast kann m.a. álitið frá Samskipannarnevndini frá 1992, ið landsstýrið setti at gera uppskot um, hvussu útveganin og endurnýtslan av hjálpartólum fyri brekað kundi samskipast millum almanna-, heilsu- og skúlaverk. Mælt varð til, at samskipanin varð framd 1. Januar 1993. Hvat er komið burturúr hesum vælaverkum er torført at fáa eyga á. Hjálpartólaøkið er enn sera fløkt, og til at loysa høvuðsfløkjuna varð 1. Desember 1998 settur ein projektleiðari í 3 mánaðir. Bíða verður í spenningi eftir úrslitinum.

HTM hevur, uttan úrslit, víst politiska myndugleikanum á, at hon ikki megnar at fylgja við vaksandi tørvinum á hjálpartólum, bústaðarbroytingum o.ø., og vaksandi krøvunum til sjálva tænastuna frá viðskiftafólki. Ongin hjálp er heldur fingin til raðfesting, soleiðis at samsvar er ímillum tænastuna og orkuna at útinna hana. Tað er nærum ikki mark fyri útboðnum av hjálpartólum og øðrum veitingum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teim, ið bera brek ella hava varandi sjúku. Men tú kannst ikki hava eitt vøruútboð sum SMS og eitt starvsfólkalið sum kioskin á Landssjúkrahúsinum. Tað er eyðsæð. Sama er galdandi innan almenna tænastu.

Nevnd, sett av Føroya Landsstýri, gjørdi í 1987 álit við tí endamáli, at seta á stovn hjálpartólamiðstøð í Føroyum. Í hesum álitið stendur m.a.: ?virksemið eigur at fevna um ráðgeving, upplýsing, undirvísing, framsýning og goymslu, og skipað eigur at verða fyri landsfevnandi endurnýtslu?. ?Starvsfólkatalið, sum skotið verður upp, er munandi lægri enn á samsvarandi stovnum aðrastaðni og tað verður trupult at fáa HTM at virka eftir sínum endamálið, um uppskotið verður skert?. ?Skotið verður upp at játta 6 starvsfólk í 1988, t.e. leiðari, 2 terapeutar, 1 skrivstovufólk, 1 teknikara og 1 goymslufólk?.?Raksturin verður 2.265.000.?

HTM hevur nú virkað í 10 ár og hevur eftir førimuni veitt tær tænastur, ið álagdar eru stovninum. Arbeiðsmongdin er økt við fúkandi ferð tey seinastu árini og hava vit í dag 3.500 persónar skrásettar sum brúkarar. Mett varð upprunaliga í 1988, at talan fór at verða um eini 300-400 mál. Hóast nógv øktu arbeiðsmongdina, er starvsfólkatalið bert økt við 1/4 málsviðgera og 1/2 reingerðarstarvi. Rakstrarjáttanin er økt úr 2.265.000 kr í 1988 til 2.404.000 kr í 1998.

Tann parturin av fólki, ið tørva flest hjálpartól, tey ellisbrekaðu, eru í stórum vøkstri. Aðrir bólkar, herundir børn og vaksin, ið eru fødd við breki, vegna vanlukku eru vorðin óhjálpin ella vegna álvarsliga sjúku eru vorðin avlamin, eru somuleiðis í vøkstri.

Tann tøknifrøðiliga menningin hevur einki minni enn kollvelt hjálpartólamarknaðin. Útboðið er fleirfaldað og møguleikarnir at bøta fyri brek við tøkni eru at kalla óavmarkaðir. Árliga verður keypt fyri umleið 12 mió kr. í hjálpartólum. Aftrat hesum koma tey hjálpartól, ið verða latin til endurnýtslu. Mett verður, at vit tilsamans hava hjálpartól úti kring landið fyri uml. 60 mió. kr.

Almannalóggávan gevur sera rúmar ræsur at fáa slíkar veitingar játtaðar. Hetta serliga tí politiski myndugleikin ongantíð nærri hevur ásett ella gjørt rætningslinjur fyri, hvat kann veitast, til hvønn og undir hvørjum umstøðum, sum myndugleikin eftir lógini til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri ? og eigur at gera, soleiðis at politisk stýring er á økinum. Hesin mangul ger tað samstundis sera torført hjá HTM at umsita økið.

Hjálpartólavirksemið er fyrst og fremst ein spurningur um, hvat tænastustøði eitt samfelag avger at veita teim borgarum, ið bera brek. Hjá tí, ið ber brek, er tað ein spurningur um lívsvirði, sum fá hætta sær at seta kostnað á. Kanningar vísa samstundis, at útvegan av tekniskum tiltøkum til brekað kunnu minka um tørvin á øðrum almannaveitingum, t.d. røktarheimsplássum, heimarøkt, avlamispensión, flutningsútreiðslum til rørðslubrekað og veitingum annars til røktarfólk og avvarðandi, ið verða sjúk ella fáa brek í sambandi við røkt.

Av tí at trupulleikarnir hjá teim, ið bera brek, eru sera ymiskir, er í ógvuliga stóran mun talan um individuellar loysnir, tað veri seg sertillagað hjálpartól, avlamisbilar ella bústaðarbroytingar. Tí kunnu vit ikki tosa um ein stovn, ið útflýggjar hjálpartól um eina handilsskivu. Talan er í ógvuliga stóran um skræddaraseymaðar loysnir til hin einstaka. Og tað krevur heilt aðrar umstøður starvsfólkaliga, enn tær, HTM hevur í dag.

Sum eitt dømi um trupulleikar í skipanini kann nevnast, at HTM hevur brúk fyri byggikønum at meta um, hvussu ein neyðug bústaðarbroyting kann gerast rímilig fyri viðskiftafólki og bíligast møguligt fyri tað almenna, um hon samstundis skal lúka tær treytir, sum terapeutarnar á stovninum meta skulu uppfyllast fyri at gera tað liviligt hjá brúkaranum. Henda byggiserkunnleika hevur HTM ongantíð sjálv havt. Tí má stovnurin taka til takkar við ta hjálp á hesum øki, aðrir almennir stovnar kunnu lata. At hesir stovnar ikki raðfesta uppgávur fyri ein annan stovn fremst, er ikki so løgi, og skuldi heldur ikki veri so torført at ímynda sær. Tí kann ganga long tíð at fáa hesar metingar gjørdar. Sviðan av hesum merkja tey, ið mugu bíða í mánaðir eftir at fáa átroðkandi umbygging gjørda. Ákoyringarnar fær HTM.

Hóast dugnalig, eldhugað og ágrýtin starvsfólk, er sum vera man, trupult at veita eina nóg góða tænastu við verandi starvsfólkatali. Bíðitíðin er longd munandi og trupult er at fáa tíð til eina nøktandi málsviðgerð. T.d. kann nevnast, at tað bert er tann eini teknikarin til sertillagan og viðlíkahald av øllum hjálpartólum og at 2 terapeutar eru til at gera alla málsviðgerð. Í hesum sambandi kann skoytast uppí, at HTM hevði 2 tænastubilar, ið nýttir verða til flutning kring landið, tá farið verður á heimavitjanir at meta um tørv, við hjálpartólum, til umvælingar av tólum o.a. Annar bilurin er niðurslitin og hevur staðið uttan nummarplátur síðan juli mánaða 1998, og enn er ikki fingin fígging til annan bil.

Vit eru sannførd um, at við at styrkja HTM rakstrarliga fáa vit ikki einans bøtt týðandi um tænastuna, men eisini betri møguleika fyri at stýra útreiðslurnar til ?lógarbundnu? játtanina á fíggjarløgtingslógini til hjálpartól o. a. ?Lógarbundnu? verður sett í gásaeygu, tí játtanin er ikki meiri lógarbundin enn so, at møguligt er til eina og hvørja tíð hjá fyrisitingarliga og politiska myndugleikanum at áseta nærri, hvussu, til hvat og undir hvørjum umstøðum, umsitingin ?kann? veita hjálpartól o.líkn.

Eingin man ivast í, at tørvur er á eini vælvirkandi hjálpartólamiðstøð, men hvussu umfatandi virksemið skal vera og á hvørjum fakligum støði tænastan skal veitast, er og verður ein politisk spurningur. Eisini aftaná at valstríðið er av.

Ynskiligt hevði verið at fingi eitt sakligt orðaskifti um, hvørja hugsan fólk hava um viðurskiftini í samband við veitingar av hjálpartólum o.ø. til fólk, ið bera brek.