Í annaðkvøld klokkan 18 spælir B36 fyrra dystin í triðja undanumfarinum móti danska superligaliðnum, Viborg FF á leikvøllinum hjá Viborg.
Returdysturin verður á Tórsvølli komandi týskvøld klokkan 19.
Samanlagdi vinnarin fær eina spennandi uppgávu í Play Off umfarinum, har Premier League felagið, West Ham United verður mótstøðuliðið.
Viborg er risafavorittur at vinna dystin á B36 í annaðkvøld um hugt verður eftir oddsunum hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini upp á heimasigur til Viborg liggja millum 1,14 og 1,18.
Oddsini uppá útisigur til B36 liggja millum 11,00 og 19,00.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 6,20 og 7,50.
Her eru oddsini:
##med2##