Lodnan kemur væl við hjá Varðanum Pelagic

- Vit vænta, at nógv meira virksemi verður á Varðanum Pelagic, tá lodnuvertíðin byrjar, sigur Ólavur Bjarkhamar.

 

Higartil í ár hevur Varðin Pelagic á Tvøroyri keypt nakað av makreli, sild og svartkjafti.

 

- Higartil hevur tað ikki verið tað heilt stóra, men vit hava arbeitt nakrar dagar í hesum árinum.

 

Tað sigur Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari á Varðanum Pelagic.

 

Hann vísir á, at higartil hevur svartkjafturin, sum er landaður, verið smáur, og tí hevur hann ikki verið so væl egnaður til matna.

 

Í ár hava føroysk uppsjóvarskip loyvi at fiska 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

 

- Hetta er størsta lodnukvota, vit kunnu fáa í íslendskum sjógvi, og vit eru spentir eftir, at gongd fer at koma á henda fiskiskapin.

 

Ólavur Bjarkhamar sigur, at vanliga byrja skipini at fiska lodnu, tá ein vikan er farin av februar.

 

- Sild, makrelur og lodna fer alt til matna, og tað fer ein partur av svartkjaftinum eisini, sigur virkisleiðarin, sum vísir á, at marknaðurin fyri skornan og heilfrystan svartkjaft til matna er eitt nú eystan fyri og í Afrika.

 

- Vit vænta, at nógv meira virksemi verður á virkinum, tá lodnuvertíðin byrjar, sigur virkisleiðarin á Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar.

 

Leggjast kann aftrat, at nú lodnukvotan er so stór, sum hon kann vera, fer hetta tilfeingið at koma væl við hjá bæði skipum og virkjum.