Við sosialismuni hjá Aksel tapa vit øll

Tað hevur fingið ilt í Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins, at eg staðfesti, at vit øll gerast fátækari av ætlaða umfordeilingspolitikkinum hjá javnaðarflokkinum.

 

Vreiðin hevur fingið hann at skriva eitt drúgt lesarabræv, har hann brúkar eina øgiliga orku upp á at ákæra Fólkaflokkin fyri líkt og ólíkt.

 

Fakta er, at Aksel V. Johannesen í farnu viku boðaði frá, at hann ynskir at tvífalda skattingina av alivinnuni og at hækka skattin hjá fiskivinnuni.

 

Hetta hóast skattainntøkurnar bara frá alivinnuni í ár væntast at tvífaldast til 600 milliónir krónur, og hóast skattabyrðan hjá føroysku alivinnuni í mun til vinningin longu er nógv hægri enn í Noreg og Skotlandi.

 

 

Sosialistiska nullsumspælið spælt fallitt

Tankagóðsið hjá Aksel er avoldaða stættarstríðið, sum sosialdemokratisku systirflokkarnir í grannalondunum langt síðani hava slept.

 

Talan er um populistiska sosialismu tá hon er ringast: Heimurin er eitt nullsumspæl, har samlaði vinningurin altíð er null. Tað sum ein vinnur, má ein annar tapa.

 

Hetta er í beinleiðis andsøgn við grundleggjandi marknaðarbúskap, har talan er um win-win støðu við handli millum partarnar.

 

Øll fáa gagn av framburðinum, tí búskaparvøkstur lyftir livistøðið hjá okkum øllum.

 

Aksel V. Johannesen er í sínum útmeldingum so vinstravendur, at hann yvirhálar flokkar sum eitt nú Eindarlistan í Danmark vinstru megin.

 

 

Framburðurin prógvar boðskapin

Aksel setir í lesarabrævi sínum eina rúgvu av retoriskum spurningum um gongdina síðstu 3 árini, har hansara svartskygni fær fastatøkur á honum, tá hann kemur við láturliga páhaldinum, at flest øll í Føroyum eru blivin fátækari síðstu trý árini.

 

Her ger fyrrverandi løgmaður sær veruliga fyri skommum.

 

Veruleikin er ein heilt annar:

 

Realinntøkurnar hjá flestøllum er øktar.

 

Veikastu bólkarnir hava fingið eitt lyft við eitt nú hægri útgjaldi frá Samhaldsfasta.

 

Útflutningurin setir met, meðan arbeiðsloysið ongantíð hevur verið lægri.

 

Herfyri staðfesti Hagstovan eisini, at føroyska samfelagið undir sitandi borgarligu samgongu er blivið meira javnt enn undir leiðsluni hjá Aksel.

 

 

Fakfeløgini eru meira ábyrgdarfull

Javnaðarflokkurin ætlar at brandskatta alivinnuna og fiskivinnuna fyri einsíðugt at geva eina lønarhækking til avísar starvsbólkar í almenna geiranum.

 

Brandskattingin fer heilt vist at fækka um talið av størvum í útflutningsvinnuni, men tað leggur Aksel vertin í, tá hann kann hjúkla um sínar veljarar millum tey alment settu.

 

Tá mugu fakfeløgini sigast at vera munandi meira ábyrgdarfull í hesi truplu altjóða búskaparstøðu við høgari inflasjón.

 

Í mai mánaði gjørdu arbeiðarafeløgini nýggjan 3 ára sáttmála á privata arbeiðsmarknaðinum, har hædd bleiv tikin fyri høgu inflasjónini.

 

Vinnufyritøkurnar kenna nú karmarnar og kunnu menna kappingarførið komandi árini.

 

Soleiðis eigur tað at vera í einum nútímans marknaðarbúskapi.

 

Men Aksel droymir seg aftur til sosialistiska utopia, har tað er politiski myndugleikin, sum er avgerandi krummtappurin í at fordeila virðir.

 

Hetta er skaðilig og avoldað stættarhugsan.

 

 

Góðir vinnukarmar tryggja framburð

Fólkaflokkurin fer framhaldandi at arbeiða fyri at skapa góðar karmar fyri vinnuna, tí tað duga bæði fakfeløg, arbeiðarar og veljarar at síggja kann tryggja búskaparligan framburð komandi árini eisini.

 

Tað er órógvandi at uppliva, at føroyski Javnaðarflokkurin er farin so langt til vinstru, at formaðurin ítøkiliga hóttir við inntrivum í fríu samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja áhugamálunum hjá pørtum av sínum veljaraskara.

 

Samstundis hóttir hann tær báðar størstu útflutningsvinnur okkara við brandskatting.

 

 

Falska skuldsetingin um fámannaveldi

Ófatuligt at Aksel kemur sær at kalla ein flokk, sum umboðar ein fjórðing av Føroya fólki fyri at dyrka eitt fámannaveldi.

 

Fólkaflokkurin, sum í verandi valskeiði hevur uppraðfest útbyggingina av okkara vælferðarsamfelagið við millum annað øktari játtan til almanna- og heilsumál við 700 milliónum krónum, har okkara pensjónistar eisini hava fingið meira í sín part. 

 

Alt hetta hevur Fólkaflokkurin sett í verk fyri at tryggjað, at okkara samfelag skal blíva betur fyri øll og eisini kappingarført at taka ímóti teimum mongu, sum flyta til landið.

 

Við sosialistisku ætlanini hjá Aksel enda vit øll sum taparar.

 

Við síni útmelding skapar Aksel óstabilitet og polarisering í samfelagnum.

 

Úrslitið gerst tá færri íløgur og minni búskaparvøkstur.

 

Samfelagskakan gerst minni, og vit blíva øll fátækari.

 

Aksel, eg fari at biðja teg um ikki at undirmeta føroyska veljaran.

 

Føroyski veljarin fer ikki at lata seg tøla við tínum ósanna boðskapi.

 

 

Christian Andreasen. Formaður í Fólkaflokkinum