Viðareiðis Kommuna fer undir at byggja nýggjan dagstovn

Síðani bygdaráðið tók við, hevur tað arbeitt við verkætlanini at byggja ein nýggjan dagstovn. Ætlanin er, at dagstovnurin kann standa klárur, tá ið tunlarnir norður um fjall, lata upp.

Staðsetingin verður niðanfyri skúlan, nærhendis vøkru bygdarlundini. Økið liggur væl fyri mitt í hjartanum á Viðareiðis bygd og hóskar seg væl til endamálið.

 

Á stovninum vera tvær vøggustovur og ein barnagarðstova, har ið pláss er fyri tilsamans 48 børnum. Stovnurin er ætlaður at vera áleið 575 fermetrar við m.a. felagshøli og góðum kørmum fyri bæði børn og starvsfólk.

 

Marita Sumberg, borgarstjóri, sigur, at Viðareiði er ein bygd, har ið barnafamiljur trívast, og endamálið við nýggja dagstovninum er at menna tænastustøðið í kommununi og møta vaksandi tørvinum fyri barnaansing við einum tíðarhóskandi stovni.

 

Í summar var farið undir at gera økið byggibúgvið, og hetta arbeiðið hevur gingið sera væl.  Í næstum verður farið undir at bjóða betongarbeiðið út.

 

Bygdaráðið hevur avgjørt, at arbeiðið skal bjóðast út alment. Meir fæst at vita um útboðið á heimasíðuni hjá Viðareiðis kommunu á www.vidareidi.fo.