VIDEO: 12 katastrofalir minuttir hjá Gilla og Odd

(Video) Strømgodset søkti Odd við trimum málum uppá 12 minuttir

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Odd spældu móti Strømsgodset í Drammen í kvøld í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gekk væl hjá Odd í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk reint galið. Strømsgodset legði seg á odda tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og 12 minuttir seinni høvdu teir økt til 3-0 sum gjørdist endaliga støðan.

 

Odd er nú á níggjunda plássi í deildini við 19 stigum fyri 13 dystir. Ólavsøkuaftansdag tekur Odd móti Sandefjord á heimavølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Strømsgodset og Odd: https://www.odd.no/video