VIDEO: 30 ár síðani danska EM-undrið í Göteborg

(Video) Fyri 30 árum síðani blivu tveir fyrrverandi landsliðsvenjarar hjá Føroyum og liðfelagar teirra evropameistarar í fótbólti

Savnsmynd: ScanPix

Savnsmynd: ScanPix

Størsti dagurin í danskari søgu í 20. øld var 5. mai í 1945, tá nasistiska hersetingin av Danmark loksins var liðug, og Danmark var frælst aftur. Næststørsti dagurin í danskari søgu í 20. øld var 15. juni í 1920, tá Suður-Jútland loksins var sameint við móðirlandið eftir at hava verið undir fyrst preussiskum valdi og seinni týskum valdi í 56 ár.

 

Triðstørsti dagurin í danskari søgu í 20. øld var 26. juni í 1992, tá danska fótbóltslandsliðið við dugnaliga landsliðsvenjaranum, Richard Møller Nielsen vann evropameistaraheitið í fótbólti við 2-0 sigri á týsku favorittunum á Nya Ullevi leikvøllinum í Göteborg í Svøríki.

 

Danmark skuldi av røttum slettis ikki taka lut í EM-endaspælinum. Danmark endaði á øðrum plássi í sínum EM-undankappingarbólki. Jugoslavia vann bólkin frammanfyri Danmark, Norðurírlandi, Eysturríki og Føroyum, ið tóku lut í síni fyrstu undankapping nakrantíð. Eingin av okkum gloymir løtuna, tá Allan Mørkøre skoraði til 1-1 í gomlu ítróttarparkini í Keypmannahavn. Dysturin endaði tó 4-1 til Danmark.

 

Kríggið á Balkan førdi til, at Jugoslavia, eins og Russland og Hvítarussland nú á døgum var útistongt frá øllum altjóða ítróttarkapping. Tí tók UEFA avgerð um, at nummar tvey í undanbólki 4, Danmark skuldi yvirtaka plássið hjá Jugoslavia til EM-endaspælið í Svøríki.

 

Fleiri av donsku leikarunum vóru í feriu, tá teir fingu landsliðsboð. Danmark var mett ongan møguleika at hava í EM-endaspælinum. Men saman við Svøríki vunnu teir seg víðari til hálvfinalurnar úr bólki 1, frammanfyri fótbóltsrisarnar, Ongland og Frakland. 

 

Hálvfinalan móti Niðurlondum bleiv ein hin mest dramatiski dysturin nakrantíð hjá danska landsliðnum. Danmark vann dystin 7-6 aftaná brotssparkskapping. Aftaná 120 minuttir var støðan javnleikur 2-2. Tann einasti sum brendi hjá Niðurlondum í brotssparkskappingini var besti fótbóltsspælarin í Evropa tá á døgum, Marco van Basten. Peter Schmeichel bjargaði meistarliga brotssparkinum hjá van Basten. Allir sum skutu hjá Danmark skoraðu, hóast Hans van Breukelen í niðurlendska málinum royndi seg við sálarligari krígsførslu, tá donsku leikarararnir skuldu skjóta síni brotsspørk.

 

Henrik Larsen sum seinni gjørdist landsliðsvenjari hjá Føroyum skoraði bæði málini hjá Danmark í vanligu leiktíðini.

 

Týskland vóru stórur favorittar at vinna finaluna á Nya Ullevi 26. juni, men við einum kollektivum avriki, einum fantastiskum Peter Schmeichel í málinum, og tveimum minniligum málum vann Danmark finaluna 2-0. John "Faxe" Jensen, ið seinni gjørdist venjari hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen í Herfølge valdi løtuna væl, tá hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál fyri Danmark við einum dreymahøggi, tá 18 minuttir vóru farnir. Tá 78 minuttir vóru farnir var tað Kim Vilfort, ið við einum framúrskarandi einmansavriki staðfesti danska sigurin.

 

Tá dysturin var liðugur var størsti fagnaðurin í Danmark síðani 5. mai í 1945 veruleiki. Danskarar sum vóru staddir í øðrum londum upplivdu eisini, at alt Evropa, uttan Týskland heppaði á teir í finaluni. Fólk elska jú "underdogs".

 

Fyri útskeldaða fjónbúgvan, Richard Møller Nielsen, ið var ein góður bygdadrongur frá Øvre Holluf á Fjóni var talan um eina stóra uppreisn sum danskur landsliðsvenjari, og fyri eina tíð fekk "Ricardo" lukkað kjaftin á arrogantu keypmannahavnar-pressuni.

 

Richard Møller Nielsen var venjari hjá OB, tá Ábraham Hansen (seinni Løkin) spældi við OB í bestu donsku fótbóltsdeildini í 1985.

 

Seinni var sonur Richard, Tommy Møller Nielsen venjari hjá MB, og eisini hjálparvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í 1992.

 

Lars Olsen, ið er tann landsliðsvenjarin sum hevur vunnið flest sigrar við føroyska fótbóltslandsliðnum - níggju sigrar - var liðskipari á danska landsliðnum, ið vann EM-gull í 1992.

 

HER ber til at síggja og hoyra hæddarpunktini frá EM-finaluni frá YouTube rásini hjá UEFA: 

 

 

 

Savnsmynd: ScanPix

Savnsmynd: ScanPix