VIDEO: Andrias og liðfelagarnir vunnu týðandi útisigur

(Video) Síggj sigursmálið sum lyfit Chojniczanka uppum niðurflytingarstrikuna í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu í dag týðandi útidyst í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini móti KKS Kalisz á útivølli.

 

Tað eydnaðist Chojniczanka at vinna dystin 1-0 við einum brotssparki, ið Tomasz Mikolajczak setti í netið tá 73 minuttir vóru leiktir.

 

Chojniczanka er nú beint omanfyri niðurflytingarstrikuna við níggju stigum. Bert ein betri málmunur skilir Chojniczanka frá fjórðaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til fjórðbestu deildina.

 

Andrias Edmundsson spældi allan dystin.

 

HER ber til at síggja sigursmálið hjá Chojniczanka:

 

##med2##