Seinnapartin var føroyingauppgerð í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í Hjørring tóku Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF móti Hørði H. Askham og liðfeløgum hansara í FC Roskilde.
Tað eydnaðist Vendsyssel at vinna dystin 3-1, og tað merkir, at Vendsyssel endar næstfremst í deildini og flytur sostatt upp í næstbestu deildina. AB er fremst við 68 stigum og Vendsyssel FF hevur 60 stig nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Næstved á triðja plássinum hevur 51 stig, og kann í besta føri røkka 57 stigum.
Gamli norski 07 Vestur og HB leikarin, Emil Grønn Pedersen syrgdu fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Vendsyssel FF í dag. Tey vóru bæði skotin undan steðginum. Við einum máli upp á brotsspark heilt móti dystarenda staðfesti Magnus Munck sigurin. Í fyrra hálvleiki javnaði Roskilde til 1-1 við einum sjálvmáli.
Komandi leygardag klokkan 13 spælir Vendsyssel FF dyst á útivølli móti HIK. Vendsyssel endar kappingarárið á heimavølli, leygardagin 6. juni við dysti móti Næstved.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Vendsyssel FF-FC Roskilde 3-1 (2-1):
##med2##











