VIDEO: Bæði Gunnar og Kaj Leo vóru fyri tapi

(Video) Valur hevur mist fótafestið í meistaraskapsstríðnum og FH er langt frá Evropa

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vóru fyri tapi hetta vikuskiftið, og bæði taptu við sama úrsliti 1-2 á heimavølli.

 

Leygardagin gleið liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur úr meistaraskapsstríðnum við 1-2 tapi á heimavølli fyri Stjørnuni. Valur er nú fimm stig aftanfyri oddaliðið, Breiðablik sum hevur 41 stig. Samstundis hevur Víkingur Reykjavík 39 stig, trý stig meira enn Valur, so tað verður torført hjá valsmonnum at endurvinna meistaraheitið. 

 

Stjørnan legði seg á odda beint undan steðginum. Tryggvi Haraldsson javnaði fyri Val tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Stjarnan sigursmálið.

 

Gunnar Nielsen vardi ígjár málið hjá FH, ið tapti 1-2 fyri Víkingi Reykjavík. Víkingur legði seg á odda tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum, og tíðliga í seinna hálvleiki øktu teir til 2-0. Stutt undan leikloki minkaði Petur Viðarsson, ið er av føroyskari ætt til 1-2, men meir bleiv tað ikki til hjá FH.

 

FH hevur langt upp til evropeisku plássini, og teir eru úti av steypakappingini, so talan er um eitt ógvuliga slakt kappingarár hjá FH. 

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum FH og Víking Reykjavík: https://www.visir.is/k/32561be7-66c0-46ec-b3da-46e80035a044-1630312527058

 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/32561be7-66c0-46ec-b3da-46e80035a044-1630312527058" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>