VIDEO: Bodø/Glimt snávaði í seinasta dystinum undan KÍ dystinum

(Video) Sìggj hæddarpunktini frá dystinum Odd-Bodø/Glimt 3-2 (1-1)

Bodø/Glimt tapti í aðalroyndini undan dystinum móti KÍ í Champions League undankappingini

Bodø/Glimt tapti í aðalroyndini undan dystinum móti KÍ í Champions League undankappingini

Komandi mikudag klokkan 17 spælir KÍ á útivølli móti Bodø/Glimt í Champions League undankappingini.

 

Meðan KÍ spældi sín seinasta dyst undan dystinum móti Bodø/Glimt fyri trimum døgum síðani, so spældi Bodø/Glimt sín seinasta dyst fyrr í dag.

 

Bodø/Glimt tapti á útivølli í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini 2-3 fyri liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd. Gilli var ikki við í hópinum hjá Odd í dag orsaka av einum skaða.

 

Bodø/Glimt hevði annars undan dystinum í dag vunnið fýra teir seinastu dystirnar. Í hesum fýra dystinum skoraði Bodø/Glimt 10 mál og læt einki mál inn.

 

Í dag lat mótstøðuliðið hjá KÍ trý mál, og teir taptu uppá eitt brotsspark, ið Odd fekk langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Odd-Bodø/Glimt 3-2 (1-1) : 

 

##med2##

 

Bodø/Glimt tapti í aðalroyndini undan dystinum móti KÍ í Champions League undankappingini

Bodø/Glimt tapti í aðalroyndini undan dystinum móti KÍ í Champions League undankappingini