Talan gjørdist um eina føroyingauppgerð millum Val og FH á Origo-leikvøllinum í Reykjavík í gjárakvøldi. FH vann dystin 3-2.
Tað var tað ikki frá dystarbyrjan. Brandur Olsen kom á vøllin fyri FH tá 64 minuttir vóru farnir, og Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin fyri Val tá 72 minuttir vóru farnir. Gunnar Nielsen sat á beinkinum hjá FH.
Øll málini komu í seinna hálvleiki. Skotin, Steven Lennon legði FH á odda tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Innanfyri níggju minuttir skoraði danski Patrick Pedersen tvey mál fyri Val, og so var heimaliðið á odda 2-1. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Björn Daníel Sverrisson fyri FH.
Brandur Olsen legði upp til sigursmálið við einum frísparki í 83. minutti, ið Morten Beck beindi víðari í málið til 3-2 til FH. Valsmenn meintu tó, at fríspark var gjørt móti málverjanum hjá Vali, Hannesi Þór Halldórssyni, og teir mótmæltu, men dómarin dømdi mál.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Nr. | |||||||
1 | KR | 16 dystir | 11 | 3 | 2 | 35:20 | 36 stig |
2 | Breiðablik | 16 | 9 | 2 | 5 | 31:19 | 29 |
3 | FH | 16 | 7 | 4 | 5 | 22:23 | 25 |
4 | HK | 16 | 7 | 3 | 6 | 23:18 | 24 |
5 | Stjarnan | 16 | 6 | 6 | 4 | 26:24 | 24 |
6 | Valur | 16 | 7 | 2 | 7 | 28:24 | 23 |
7 | ÍA | 16 | 6 | 4 | 6 | 21:19 | 22 |
8 | Víkingur R. | 16 | 4 | 7 | 5 | 25:26 | 19 |
9 | Fylkir | 15 | 5 | 4 | 6 | 23:26 | 19 |
10 | KA | 16 | 6 | 1 | 9 | 23:28 | 19 |
11 | Grindavík | 15 | 3 | 8 | 4 | 12:16 | 17 |
12 | ÍBV | 16 | 1 | 2 | 13 | 12:38 | 5 |