VIDEO: Brandur skoraði í ósigri

(Video) Útisetar í Svøríki: Brandur Hendriksson skoraði, meðan Meinhard E. Olsen bæði spældi og vann

Tað gongur einki serligt hjá Helsingborg IF í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Í dag tapti Helsingborg IF 3-2 móti Mjällby AIF og liggur nú trý stig undir niðurflytingarstrikuni.

Sæð við føroyskum brillum, so er tað hugaligt at Brandur Hendriksson Olsen skoraði í dag. Føroyski landsliðsmiðvallarin byrjaði inni á miðjuni og javnaði fyri hálvleik við elegantum fluktara eftir innlegg, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Føroyski landsliðsspælarin bleiv skiftur út 12 minuttir inn í seinna hálvleik.

Í næstbestu deildini, sum eitur Superettan, spældi Meinhard E. Olsen frá byrjan, tá GAIS vann 2-1 á Ljungskile. Hann spældi 90 minuttir, áðrenn hann bleiv skiftur út móti endanum. GAIS liggur miðskeiðis á stigatalvuni.

Bæði Brandur Hendriksson og Meinhard E. Olsen skulu við landsliðnum komandi tíðina.

HER ber til at síggja málini sum komu í 2-3 ósigrinum hjá Helsingborg. Njótið málið hjá Brandi: 

##med2##

1Malmö22128242:2144
2Häcken22108436:2238
3Norrköping22106645:3236
4Elfsborg23812336:3136
5Djurgården2296732:2533
6Hammarby2389634:3333
7Sirius2188536:3332
8Mjällby2387833:3531
9Östersund2379722:2430
10Örebro2386928:3230
11Varberg2276932:3427
12AIK2276922:2627
13Gautaborg22312725:3421
14Helsingborg23491026:3821
15Kalmar22471125:3719
16Falkenberg23371324:4116