- Hetta fær meg til at gráta. Eg vildi ynskt, eg kundi lært meira um hennara royndir, og hvussu hon hevur lært hatta! Hon er føroysk eftir øllum at døma...
Soleiðis sigur bretski sangvenjarin Beth Roars í videobroti á YouTube, har hon hevur filmað sína reaktión, tá hon hoyrdi Eivør Pálsdóttir syngja fyrstu ferð. Hon er sera imponerað av mátanum, Eivør brúkar sína rødd og sín andadrátt, tá hon syngur og framførir.
Beth Roars hevur nógvar túsund fylgjarar á sínari YouTube-kanal, og her plagar hon við jøvnum millumbili at vísa sínar reaktiónir til tónleikarar og røddir teirra.
Tú kanst síggja videobrotið, har hon lurtar eftir Eivør syngja "Trøllabundin" her:
##med2##