Tað er antin ella hjá føroyingaliðnum, Vali í Pepsideildini í Íslandi. Tað er antin greiður sigur ella greitt tap.
Ígjár var talan um ein av teimum góðu døgunum hjá Vali, ið vann heili 5-1 á Víkingi Reykjavík á útivølli. Víkingur kom annars á odda 1-0, men longu í steðginum var Valur á odda 3-1, og í seinna hálvleiki bygdu valsmenn uppá leiðsluna.
Tá 78 minuttir vóru farnir tók Vals-venjarin, gamli HB-venjarin, Heimir Guðjónsson Kaj Leo í Bartalsstovu av vøllinum aftaná eitt gott avrik, har Kaj Leo hevði verið við i uppspølum til mál hjá Vali. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini slapp Magnus Egilsson á vøllin fyri Val.
Valur hevur níggju stig fyri fimm dystir, og er í løtuni nummar tvey í Pepsideildini.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Víking Reykjavík og Val:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/4d7b9ca4-b464-4d53-95ee-c089b84fb382-1594280249651" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>