VIDEO: Føroyar eru eitt lítið land men hava eitt gott lið

(Video) Hoyr samrøðu við litaviska venjaran, Reinhold Breu, ið er undir einum ávísum trýsti at vinna á Føroyum

Týskarin; Reinhold Breu er litaviskur landliðsvenjari

Hóskvøldið klokkan 19.45 spæla Litava og Føroyar dyst í bólki 1 í Nations League Deild C í Vilnius.

 

Føroyar eru næstaftast í bólkinum við fýra stigum, meðan Litava er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Tí kravið greitt frá heimafjøldini: Litava skal vinna á Føroyum.

 

Týski landsliðsvenjarin hjá Litava eitur Reinhold Breu. Hann var ungdómsvenjari og tekniskur leiðari hjá fótbóltssambandinum í Luksemborg í 10 ár.

 

Í enskari samrøðu við miðlafólkið hjá litaviska fótbóltssambandið undirstrikar, Reinhold Breu, at hóast Føroyar eru eitt lítið land, so hava Føroyar eitt gott lið.

 

Reinhold Breu vónar, at litaviska liðið kann standa betri í verjustøðu og demma upp fyri álopunum hjá mótstøðuliðunum, ið eru Føroyar hóskvøldið og Luksemborg á útivølli sunnukvøldið. 

 

HER ber til at hoyra hvat Reinhold Breu hevur at siga um dystin móti Føroyum, og gongdina annars hjá litaviska landsliðnum:

##med2##

 

HER er hópurin hjá Litava: 

 

##med3##

 

Týskarin; Reinhold Breu er litaviskur landliðsvenjari