VIDEO: Frálíkur stútari hjá Patriki Johannesen

(Video) Síggj málini frá dystinum Leiknir-Keflavík 1-2 (0-1)

Patrik Johannesen skoraði ígjár áttanda málið hjá sær í bestu deildini hetta kappingarárið, tá Keflavík vann frálíkan 2-1 sigur á Leiknir á útivølli. Patrik legði Keflavík á odda við einum góðum stútara beint undan steðginum. Tíverri mátti Patrik út við einum snuddi tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Stóra hetjan hjá Keflavík gjørdist Frans Elvarsson, ið skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, tá hann gagnnýtti eitt verjumistak hjá Leiknum.

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum:

 

Leiknir R. 1 - 2 Keflavík

 

 0-1 Patrik Johannesen ('45)

 

 1-1 Zean Peetz Dalügge ('61)

 

 1-2 Frans Elvarsson ('91)