VIDEO: Geza fegn­ast um at Grims­by vann seg víð­ari í FA Cup

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við David Geza Turi

Seinnapartin vunnu David Geza Turi og liðfelagarnir seg víðari til annað umfarið í FA Cup steypakappingini.

 

Geza fekk fulla spælitíð, tá Grimsby á heimavølli vann 3-1 á Ebbsfleet úr sættubestu ensku fótbóltsdeildini. 

 

Grimsby, ið spælir í fjórðbestu deildini spældi ein minni góðan fyrra hálvleik. Ebbsfleet legði seg á odda 1-0 ellivu minuttir undan steðginum. Men beint undan steðginum fekk Ebbsfleet ein mann vístan av vøllinum, og so hevði Grimsby ein greiðan fyrimun í seinna hálvleiki. Danny Rose javnaði til 1-1 í 53. minutti, og bert tveir minuttir seinni fekk Cameron McJannett Grimsby á sigurskós. 

 

Tá klokkan vísti 67 minuttir legði Geza upp til Danny Rose við góðari sending. Danny Rose tók og staðfesti sigurin hjá Grimsby, ið sostatt vann seg víðari til annað umfarið í søguríku kappingini.

 

Aftaná dystin gjørdi Youtube-rásin hjá Grimsby eina samrøðu við Geza, ið sæst og hoyrist her. Í samrøðuni var eisini nomið við minniligu sigrarnir hjá føroyska landsliðnum á Montenegro og Kroatia:

 

##med2##