VIDEO: Gilli og liðfelagarnir leiktu javnt móti Rosenborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Rosenborg-Brann Bergen 0-0

Fyri fyrstu ferð í næstan fýra vikur var Gilli Rólantsson aftur á vøllinum fyri besta liðið hjá Brann Bergen í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.

Brann vitjaði í dag torføra útivøllin, Lerkendal í Tróndheimi fyri at spæla móti Rosenborg.

Gilli Rólantsson sum fekk 86 minuttir á vøllinum og liðfelagarnir sluppu væl frá dystinum, og megnaðu góðan 0-0 javnleik á torføra útivøllinum.

Sunnudagin 6. oktober tekur Brann Bergen móti oddaliðnum, Molde á Brann leikvøllinum í Bergen.

Brann er í løtuni nummar fimm av teimum 16 liðunum í bestu norsku fótbóltsdeildini við 34 stigum. Sjey stig eru upp til triðja plássið sum gevur rættin til at spæla í Europa League komandi summar. Brann Bergen hevur 15 stig upp til oddaliðið, Molde. Men teir fáa so høvið at stytta tann munin niður til 12 stig um átta dagar.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Rosenborg-Brann Bergen 0-0: 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=938352&amp;mediaId=dd351aff-00090097-6115d92d&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>