VIDEO: Gunnar stórtrívist í Íslandi

(Video) Hoyr og síggj samrøðu við Gunnar Vatnhamar

Gunnar Vatnhamar fer at spæla við íslendsku greipuvinnarunum, Víkingi Reykjavík til kappingarendan í 2027.

 

Hetta boðaði Víkingur Reykjavík frá á heimasíðu og á Facebooksíðu felagsins í farnu viku.

 

Gunnar hevur avrikað væl fyri Víking Reykjavík, og hevur við hesum fingið eina viðurkenning fyri hetta.

 

Gunnar hevur leikt 36 dystir fyri Víking Reykjavík, og hann hevur higartil skotið fýra mál fyri Víking.

 

HER  ber til at síggja og hoyra eina samrøðu fótbolti.net hevur gjørt við Gunnar.

 

Í samrøðuni sigur Gunnar seg trívast sera væl í Víkingi Reykjavík, og hann vónar at kunna spæla fyri Víking, vera skaðafríur og avrika væl fyri Víking.

 

Samrøðan var gjørd aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á FH á heimavølli ígjár. Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin.

 

Víkingur er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 15 stigum fyri seks dystir. 

 

Samrøðan er á enskum.