VIDEO: Hallur spældi allan dystin fyri Vejle

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brøndby-Vejle 3-2

 

 

Hallur Hansson var við frá byrjan tá nýggja felagið hjá honum, Vejle vitjaði Brøndby á útivølli. Brøndby var favorittur til at knógva botnliðnum, men Vejle stríddist væl og var tvær ferðir á odda, men tað endaði tíverri við einum 3-2 tapi tá Brøndby fekk tvey mál móti dystarenda. Hallur spældi allan dystin fyri Vejle

 

Brøndby - Vejle 3-2 (1-1)

26'        0-1    Allan Sousa

31'        1-1    Andreas Bruus

57'        1-2    Lukas Engel

82'        2-2    Mikael Uhre

86'        3-2    Christian Cappis

 

Í samrøðu við Vejle Folkeblad sigur Hallur Hansson: - Tað er fantastiskt at vera við aftur, og tað ger tað enn betri, at vit spældu á einum framúr leikvølli við nógvum áskoðarum. Úrslitið er sjálvandi ikki tað sum vit droymdu um, men vit spældu ein góðan dyst, og úrslitini fara at koma, sigur Hallur Hansson við Vejle Folkeblad.

 

Hallur Hansson hevur bara spælt fimm dystir í heyst, og tað eru teir fimm HM-undankappingardystirnir á Tórsvølli: - Beinini vóru yvirraskandi góð. Í fyrra hálvleiki kunni eg gott merkja, at eg spældi við nýggjum viðleikarum. Tað tók nakað av tíð áðrenn eg fall inn í spælið, men longu í seinna hálvleiki gekk tað væl betri, sigur Hallur Hansson við Vejle Folkeblad.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Vejle móti FC Nordsjællandi. Vejle liggur aftast í donsku superliguni við bert tveimum stigum. Sjey stig eru upp til SønderjyskE, ið liggur næstaftast. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brøndby og Vejle:

 

##med2##