Um vikuskiftið hevur verið spælt í árligu Klaksvíkskappingini. Í gjár vóru hálvfinalurnar avgreiddar, og í dag vóru finala og dystur um 3. pláss á skránni.
KÍ og B36 spældu finaluna, meðan tapararnir í gjár – NSÍ og Víkingur – spældu um triðja pláss. Tað gjørdist ein málríkur dystur millum eysturoyarliðini, og endin var, at NSÍ vann 5-3.
Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja samandrátt av dystinum, sum Ísak Z. Laksáfoss hevur gjørt.