VIDEO: Jóan Símun brendi opnan málmøguleika

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Waasland Beveren-Mouscron 0-2 (0-1)

Jóan Símun Edmundsson slapp á vøllin tá 55 minuttir vóru farnir av heimadystinum hjá Waasland Beveren móti Mouscron í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini.

 

Tá hevði Mouscron stutt frammanundan lagt seg á odda við einum brotssparki. Fáar minuttir aftaná Jóan Símun kom á vøllin økti Mouscron til 2-0.

 

Í 69. minutti fekk Jóan Símun eina góða sending inn í brotsteiginum, men ólukkutíð stútaði Jóan Símun bóltin framvið málinum.

 

Waasland Beveren er næstfremst í deildini við 17 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Westerlo sum hevur 24 stig.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Waasland Beveren á útivølli móti Virton, ið liggur næstaftast í deildini við 12 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini og stóra málmøguleikan hjá Jóan Símuni: 

 

##med2##