U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal var aftur við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Västerås SK vann ein flottan sigur í útidysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.
Á Eleda leikvøllinum í Malmö eydnaðist tað Västerås SK at vinna 3-2 á favorittunum, Malmö FF frammanfyri 17.703 áskoðarum.
Malmö hevur vunnið svenska meistaraheitið 24 ferðir, og hevur eina stolta søgu.
Heimaliðið legði seg á odda, tá eitt korter var farið av dystinum. Men seinastu níggju minuttirnar av fyrra hálvleiki syrgdu Jens Magnusson og Herman Magnusson fyri, at Västerås var á odda 2-1 í steðginum. Malmö javnaði til 2-2 í 74. minutti. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat syrgdi Mikkel Ladefoged fyri sigursmálinum hjá Västerås. Í 93. minutti var Mattias skiftur út.
Frá Soccerstand fær Mattias karakterin: 6,3, og frá Sofascore fær Mattias karakterin: 6,7 (av 10 møguligum) fyri avrikið í dag.
Västerås er nummar 10 í deildini við 12 stigum. Teir eru seks stig røttumegin niðurflytingarstrikuna, og tí kom sigurin í dag sera væl við.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby dyst á útivølli móti IFK Göteborg.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Malmö FF-Västerås SK 2-3 (1-2):
##med2##











