VIDEO: Meinhard søkti Sandnes við dundurskoti

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Mjøndalen 0-2 (0-2)

Føroyski landsliðsleikarin, Meinhard Egilsson Olsen skoraði í kvøld eitt rimmar mál fyri Mjøndalen við einum dundurskoti mót liðnum hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Mjøndalen vann 2-0 á Sandnes ULF á útivølli. Gullbrandur fekk ikki spælitíð fyri Sandnes ULF í kvøld.

 

Benjamin Stokke legði Mjøndalen á odda tá sjey minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. 

 

Fýra minuttir undan steðginum fær Meinhard eina góða sending við brotsteigarmarkið, og tekur hann og meddar bóltin í stongina og inn. Eitt framúr vakurt mál.

 

Mjøndalen er greitt oddalið í deildini við 22 stigum av 24 møguligum stigum. Brann Bergen er nummar tvey við 17 stigum.

 

Komandi hósdag spælir Mjøndalen heimadyst móti Ranheim.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.