VIDEO: Meir enn 30 ár síðani vit møttu Turkalandi seinast

(Video) Seinast Føroyar spældu móti Turkalandi var á ovara vølli í Gundadali 15. juli í 1991

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at Føroyar eru komnar í bólk saman við Turkalandi í Nations League Deild C.

 

Vit hava bara einaferð áður spælt móti Turkalandi, og tá gekk tað framúr væl. 

 

Tað var 15. juli í 1991 á ovara vølli í Gundadali í Havn, har tað eydnaðist Føroyum at fáa ein flottan javnleik 1-1 í einum venjingardysti. Todi Jónsson legði Føroyar á odda aftaná eitt framúr gott gjøgnumbrot. Tá vóru seks minuttir leiktir av seinna hálvleiki. Tá eitt lítið korter var eftir javnaði Turkaland til 1-1. Móti dystarenda hevði Gunnar Mohr ein stóran málmøguleika at leggja Føroyar á odda 2-1.

 

HER ber til at síggja og hoyra samandráttin hjá Sjónvarpi Føroya frá dystinum. Vagnur Michelsen var frásøgumaður. Tað er YouTube rásin, Farerets sum hevur lagt nógv minnilig føroysk landsliðsbrot út, ið hevur lagt hendan samandráttin út á YouTube:

 

##med2##

 

 

Nr.

 
 

Føroyar - Leikarar (Kelda: FaroeSoccer)

 
 

Felag

 
 

N/A

 
 

 Jens Martin Knudsen (M)

 
 

NSÍ

 
 

N/A

 
 

 Jan Dam

 
 

HB

 
 

N/A

 
 

 Tummas Eli Hansen

 
 

B36

 
 

N/A

 
 

 Jóannes Jakobsen (L)

 
 

VB

 
 

N/A

 
 

 Mikkjal Danielsen  84'

 
 

MB

 
 

N/A

 
 

 Ari Thomassen

 
 

SÍF

 
 

N/A

 
 

 Magni Jarnskor  88'

 
 

 
 

N/A

 
 

 Abraham Løkin

 
 

ÍF

 
 

N/A

 
 

 Todi Jónsson

 
 

 
 

N/A

 
 

 Jens Erik Rasmussen  78'

 
 

MB

 
 

N/A

 
 

 Kári Reynheim  88'

 
 

B36

 
 

N/A

 
 

 Kaj Leo Johannesen (M)

 
 

HB

 
 

N/A

 
 

 Jan Allan Müller  78'

 
 

VB

 
 

N/A

 
 

 Kurt Mørkøre  84'

 
 

 
 

N/A

 
 

 Gunnar Mohr  88'

 
 

HB

 
 

N/A

 
 

 Eyðfinn Davidsen  88'

 
 

MB

 
   
 

Venjari

 
 

 Páll Guðlaugsson