Frammanfyri 19.100 áskoðarum á leikvøllinum í Brøndby vann FC Fredericia við Mattiasi H. Lamhauge í málinum ein ótrúligan og óvæntaðan 3-1 sigur á Brøndby, ið hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum.
Brøndby IF-FC Fredericia 1-3 (1-2)
1-0 Jacob Ambæk (12.),
1-1 sjálvmál (23.),
1-2 Oscar Buch (45.),
1-3 Eskild Dall (81.).
Sigurin var søtur hjá Fredericia, ið hevði tapt átta dystir á rað undan bragdinum á leikvøllinum í Brøndby.
Sambært Fredericia Dagblad gjørdi Mattias við nøkrum avgerandi bjargingum sítt til, at liðið vann.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja málini frá dystinum.











