VIDEO: Patrik skoraði tá Keflavík vann fyrsta sigurin

Keflavík er nú røttumegin niðurflytingarstrikuna

Patrik Johannesen skoraði til 2-0 og legði upp til 3-0 málið, tá hann og liðfelagarnir í Keflavík vunnu ein kærkomnan 3-0 sigur á Leiknum á heimavølli í Keflavík ígjár.

 

Keflavík kom á odda 1-0 longu í fimta minutti við einum máli, ið leikararnir hjá Leiknum metti vera eitt fríspark gjørt móti málverjanum. Málið hjá Patriki kom aftaná eitt verjumistak, ið Patrik gagnnýtti til fulnar. 

 

Patrik hevur nú skorað trý mál í seks dystum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Keflavík 3 - 0 Leiknir R.

 

 1-0 Adam Ægir Pálsson ('5)

 

 2-0 Patrik Johannesen ('52)

 

 3-0 Helgi Þór Jónsson ('81)

 

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum. 

 

Komandi mánakvøld klokkan 20.15 verður føroyingauppgerð í Reykjavík. Tá taka Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR móti Keflavík á heimavølli.

 

Støðan í deildini:

 

 

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik550016:415
2Valur541011:413
3KA54108:213
4Víkingur R.631214:1110
5Stjarnan522113:108
6KR52127:57
7ÍA51227:125
8FH51137:104
9Keflavík611410:154
10ÍBV50236:112
11Leiknir R.50231:82
12Fram50236:142