Tíðliga í morgun føroyska tíð spældu Petur Knudsen og liðfelagarnir í El Paso dyst á heimavølli í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini.
El Paso leikti javnt 1-1 móti Phoenix. Dariusz Formella javnaði fyri Phoenix inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Petur og liðfelagarnir høvdu uppiborið betur. Teir høvdu greitt fleiri málmøguleikar í dystinum, men megnaðu bara at skora tað eina málið, ið Josua Gomez skoraði tá 56 minuttir vóru leiktir.
Petur var skiftur út tá 66 minuttir vóru leiktir.
El Paso er nummar níggju í Western Conference við 40 stigum. Fyri at vinna seg í endaspælið krevst, at liðið endar millum átta tey fremstu liðini.
HER ber til at síggja ein samandrátt, har Petur Knudsen eisini hevði málmøguleikar og upplegg til málmøguleikar:
##med2##