VIDEO: Petur tryggjaði Lyngby eitt stig móti dystarenda

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Lyngby-Hobro 1-1 (0-1)

Petur Knudsen fekk 18 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Lyngby tók móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Sigast má, at Petur gagnnýtti tíðina væl hann fekk á vøllinum. Hobro kom á odda 1-0 longu í fimta minutti. Petur javnaði fyri Lyngby við einum góðum stútara tá klokkan vísti 89 minuttir, og so fekk Lyngby eitt stig burturúr dystinum.

 

Samlað er tó talan um eitt vánaligt úrslit fyri Lyngby, tí Hobro liggur næstaftast í deildini við bert níggju stigum. 

 

Lyngby er næstfremst í deildini við 24 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Helsingør sum hevur 27 stig.

 

Komandi leygardag spælir Lyngby móti Horsens á útivølli. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Lyngby og Hobro: 

 

##med2##