VIDEO: Síggj dundur brotssparkið hjá Patriki

(Video) Síggj málini í dystinum Keflavík-Akranes 3-2 (2-1)

Ígjár vunnu Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík 3-2 á Akranesi á heimavølli í dysti í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Beint undan steðginum meddaði Patrik eitt dundur brotsspark mitt í málið hjá Akranesi, og Keflavík fór til steðgin við einari 2-1 leiðslu.

 

Málið er tað níggjunda málið hjá Patriki hetta kappingarárið, og so nógv mál hevur eingin annar føroyingur skotið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í einum kappingarári. Gamla metið átti Uni Arge. Í 1999 skoraði Uni átta mál fyri Leiftur í bestu íslendsku deildini. 

 

HER  ber til at síggja málini, ið komu í dystinum millum Keflavík og Akranes. Brotssparkið hjá Patriki var fyrsta floks. 

 

 

 

Keflavík 3 - 2 Akranes

 

0-1 Benedikt V. Warén ('18 )

 

1-1 Kian Paul James Williams ('28 )

 

2-1 Patrik Johannesen ('45 , brotsspark)

 

2-2 Johannes Björn Vall ('54 )

 

3-2 Josep Arthur Gibbs ('64 )