VIDEO: Síggj løtuna tá Sävehof fekk handað steypið

(Video) Ein stór løta fyri Óla Mittún og liðfelagarnar í Sävehof

SVT 2 á Televarpinum syrgdi fyri, at vit vóru mong í Føroyum sum fingu eina stóra hondbóltsuppliving í kvøld, tá Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu 32-27 (11-13) á Ystad í fjórðu meistaraskapsfinaluni í bestu svensku hondbóltsdeildini, og harvið vunnu meistaraheitið við at vinna finaluuppgerðina 3-1.

 

Óli var toppskjútti, og var valdur at vera besti leikarin.

 

HER  ber til at síggja frá SVT 2 løtuna tá Óli og liðfelagarnir fingu handað steypið í høllini í Ystad.