VIDEO: Síggj sigursmálið hjá Olafi Bárðarsyni í Andorra

Andorra vóru sum altíð "droyðir" at spæla ímóti, men føroyska U21-landsliðið knógvaði ein sigur heim

HER  ber til at síggja sigursmálið Olaf Bárðarson skoraði í 1-0 EM-undankappingardystinum móti Andorra á útivølli.

 

Tá ein hálvur tími var farin gagnnýtti Olaf Bárðarson eitt mistak í verjuni hjá Andorra.

 

Jørgen Nielsen hevði ein gyltan møguleika at økja til 2-0, men hann tók ikki av.

 

Tað eydnaðist okkara monnum at halda Andorra frá tí mesta.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur nú sjey stig fyri fýra dystir, ið er ein flott byrjan upp á undankappingina.

 

Í okkara bólki, bólki G vann Portugal 2-0 (1-0) á Grikkalandi. Fyrr í dag vann Kroatia 2-0 (1-0) á Belarus.

 

Portugal er oddalið 12 stigum. Kroatia og Føroyar hava sjey stig, Grikkaland hevur fimm stig, Belarus og Andorra hava trý stig hvør.

 

16. november spæla Føroyar móti Grikkalandi á útivølli.