VIDEO: Síggj málini Kaj Leo skoraði móti oddaliðnum

(Video) Tað hevur ligið væl fyri hjá Kaj Leo í Bartalsstovu at skora fyri Akranes seinastu tíðina

Kaj Leo í Bartalsstovu var sera eyðsýndur og skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir ígjár taptu tepurt 2-3 fyri Breiðabliki í áttandapartsfinaluni á heimavølli í steypakappingini.

 

Breiðablik, ið er greitt oddalið í bestu deildini var greiður favorittur til at sigra á Akranesi.

 

Í steðginum var Breiðablik á odda 2-0, men so traðkaði Kaj Leo í karakter. 

 

Tá seks minuttir vóru farnir setti Kaj Leo eitt brotsspark trygt í netið, og tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini var Kaj Leo skjótur at gagnnýta eitt mistak hjá málverjanum hjá Breiðabliki, og javnaði hann til støðuna 2-2 til stóran fagnað fyri heimafjøldina.

 

Men ólukkutíð skoraði Gisli Eyjólfsson fyri Breiðablik við góðum skoti, tá klokkan vísti 90 minuttir.

 

HER  ber til at síggja málini frá áttandapartsfinaluni millum Akranes og Breiðablik.