VIDEO: Síggj vakra sigursmálið hjá Halli

(Video) Síggj hvussu Hallur Hansson bjargaði KR fjórðingsfinaluplássinum í steypakappingini

Hallur Hansson hevur seinasta samdøgurið fingið nógva umrøðu í íslendsku fótbóltsmiðlunum.

 

Staðfest verður, at Hallur skoraði eitt framúr gott sigursmál móti Njarðvík í áttandapartsfinaluni á útivølli. 83 minuttir vóru farnir tá Hallur meddaði bóltin í netið til 1-0, ið gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Til umrøðu er eisini ein støða, har summi meta, at Hallur skuldi vera vístur av vølli fyri harðligt spæl áðrenn hann skoraði sigursmálið.

 

HER  ber til at síggja vakra málið, og støðuna summi halda skuldi givið reytt kort.