VIDEO: Síggj málini í sigrinum hjá Viljormi og liðfeløgunum á IFK Göteborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum IFK Göteborg-Helsingborg 1-3 (1-2)

Liðskiparin, Viljormur Davidsen fegnast saman við liðfeløgunum í Helsingborg aftaná eitt mál móti IFK Göteborg

Tað eydnaðist ígjárakvøldi føroyska liðskiparanum, Viljormi Davidsen og liðfeløgunum í  Helsingborg at vinna útidystin móti IFK Göteborg 3-1, og harvið toga seg upp á triðaftasta plássið í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Amar Muhsin legði Helsingborg á odda 1-0 tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum. Bert tveir minuttir seinni javnaði IFK Göteborg til 1-1, men beint undan steðginum legði Rasmus Wiedesheim-Paul Helsingborg á odda 2-1. 

 

Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, í 96. minutti staðfesti Wilhelm Loeper sigurin hjá Helsingborg.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

 

##med2##

 

Liðskiparin, Viljormur Davidsen fegnast saman við liðfeløgunum í Helsingborg aftaná eitt mál móti IFK Göteborg