VIDEO: Søguliga andorianska málið sum søkti HB

(Video) Niðurtúrurin hjá HB er ein søgulig løta fyri andorianskan felagsfótbólt

Í Andorra fegnast tey um søguliga sigurin hjá Inter D´Escaldes

Í Andorra fegnast tey um søguliga sigurin hjá Inter D´Escaldes

Inntil ígjár hevði einki andorianskt lið vunnið á einum føroyskum liði.

 

Landsliðið hevur vunnið tríggjar dystir á Andorra, og hevur leikt tveir 0-0 javnleikir móti Andorra, men hevur enn ikki latið mál inn móti Andorra.

 

Í 2013 vann EB/Streymur 5-1 á táverandi andorianska meistaraliðnum á Tórsvølli í Champions League undankappingini. Dysturin í Andorra endaði 2-2.

 

Og ígjár hendi tað so tíverri, at eitt føroyskt lið á fyrsta sinni tapti fyri andorianskum liði, tá HB aftaná eitt slakt avrik tapti 0-1 fyri Inter D´Escaldes, ið er meistaraliðið í Andorra. Dysturin var leiktur á uttanveltaðum vølli í Albania.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur høvdu HB sum greiðan favoritt at vinna á Inter D´Escaldes. Oddsini fyri sigur til Inter D´Escaldes lógu heilt uppí 8,0. 

 

Inter D´Ecaldes møtir kosovanska meistaraliðnum, Prishtina í finaluni í Champions League undanundankappingini. Dysturin verður spældur fríggjadagin. 

 

Í Andorra verður sigurin stórliga fagnaður, tí talan er um fyrstu ferð Inter D´Escaldes vinnur seg víðari eitt umfar.

 

HER ber til at síggja málið sum søkti HB og stóra andorianska fagnaðin aftaná dystin: https://www.youtube.com/watch?v=G2Cf5G3ZWRI

 

##med2##

 

Í Andorra fegnast tey um søguliga sigurin hjá Inter D´Escaldes

Í Andorra fegnast tey um søguliga sigurin hjá Inter D´Escaldes